Áheitan til politisku flokkarnar
Tað er als ikki ofta at eg vil markera meg alment sum ein útlendingur; eg havi jú altíð gingið inn fyri at arbeiða hart fyri at verða integrerað í samfelagið. Tó aftaná at eg havi verið á valfundi,og roynt at fylgja við ymiskum valfundum kring landið, siti eg eftir við nøkrum viðmerkingum.
Útlendsk arbeiðsmegi og integratión hava verið umrødd og markerað av ymiskum
orsøkum, sum nakað ið hevur stóran týdning undir hesum valstríðnum.
Eg vil heita á politisku flokkarnar um at royna at seta seg inn í skipanir og seta seg í
samband við útlendingar sum hava upplivað - og gjøgnumgingið alla ringrásina.
Tað ber ikki til bara at siga, at "útlendingar mugu tíma at integrera seg ". Tað er eisini
alneyðugt at hava skipanir sum lofta teimum, sum vilja integrera seg.
Tað er ringt at læra eitt mál, ið hevur lítið tilfar – næstan einki, sum man kann brúka
heima við hús, um man vil royna at læra sjálv, tí tað er ikki lætt, serliga nú tá alt er vorðið
dýrari, at fara niður í tíð fyri at fara í skúla at læra seg føroyskt.
Mann fær ikki studning fyri at ganga á málskeiði.
Skeið eru heldur ikki til øll. Summi eru komin til tað staðið, at tey mangla møguleikar at
pussa mállæruna. Onkur annar hevur brúk fyri meira enn 20 tímum. Summi ganga á
skeið í fleiri ár og koma ongantíð har til, at tey duga flótandi føroyskt, tí tey hava ikki so
nógvar møguleikar at brúka tað í praksis. Tað sama kann verða sagtum føroyingar, sum
eru føddir og uppvaksnir uttanlands; at tað krevur eina eyka hond.
FSA er eitt nýtt øki undir konstantari menning- og trýsti. Tá eg kom til Føroyar í 2017, var
einki FSA tilboð. Tað var eitt skeið, sum kvøldskúlin í Tórshavnar kommunu royndi at
skipa fyri, tí tørvurin var so stórur. Sjálvandi royndu aðrar kommunur at skipa fyri
líknandi tilboðum, men tað besta var í Havn.
Í dag hevur landsstýrið endiliga fingið tað við, at tað ber als ikki til at læra útlendingar
føroysktá sama hátt, sum tey royna at læra føroysk børn, sum eru uppvaksin við
málinum.
Men enn manglar millum annað tilfar, undirvísingartímar, útbúnir undirvísarar, fígging og
politisk raðfesting. Trupulleikarnir hava verið í longri tíð, so summi hava stríðst við at
integrera seg so leingi, at álitið á, at hesi "FSA" skeið fara at hjálpa, er kanska heldur ikki
til staðar.
Jú, tað føroyska samfelagið rúmar nógvum, men tað er framvegis ikki lætt at sleppa
uppí, at koma inn í samfelagið, har øll kennast og nógv eru uppvaksin saman. Familjur
plaga at vera raskar at royna at hjálpa útlendingum, tá teir koma henda vegin,men ikki øll
koma til familjur, ið kunnu lofta sær av eini ella aðrari orsøk.
Hatta er orsøkin til, at landið eisini má taka hond í at skipa fyri møguleikum - og tryggja
rættindi til útlendingar soleiðis, at teir fáa ta hjálpina, teir hava tørv á.
Føroyingar uppliva tað eisini, tá teir flyta frá einari bygd til ta næstu - tað er heldur ikki
lætt hjá føroyingum at koma inn í nýggja umhvørvið. Hetta er orsøkin til, at tað eisini
krevur eina hugsjónarliga broyting í samfelagnum, vit mugu eisini duga at bjóða fólki innhóast tey ikki duga føroyskt enn.
Tað ber ikki til at seta lógarkrøv og forlanga, at øll duga, uttan at hava skipanir, sum gera
tað møguligt at røkka krøvunum.
Tað er sannlíkt, at tað hevur eydnast hjá summum at læra málið og integrera seg, men
menniskju eru ymisk og hava ymiskar sterkar síður, og tí hava summi meira brúk fyri
aktivari hjálp enn onnur.
Tað kemur fram ferð eftir ferð í Degi og viku, at útlendingar stilla seg fram og biðja um
hjálp, men eingin hjálp er at fàa, ella tilfar er ikki til! Vit koma hendan vegin við flottum
útbúgvingum, enntá útbúgvingum sum høvdu verið til gagns fyri samfelagið, m.a
sjúkrasystrar og námsfrøðingar.
Føroyar hava ikki allan avgerðarrætt, tá tað ræður um úlendingamál. Í sambandi við at
søkja statsborgaraskap, er tað danskir politikarar, ið taka avgerðina, og fleiri detta
ímillum av hesum. Harafturat eru tað so ræðuliga nógvir mátar at koma til Føroya uppá -
summi koma gjøgnum fast-track, onnur gjøgnum aðrar skipanir í sambandi við arbeiði,
nøkur sum flóttar, og summi ti tey hava føroyskan maka.
Øll hesi hava ikki sama tørv og somu ætlanir.
Raðfesting hevði ikki bert stuðlað útlendingum í at læra málið og mentanina, men eisini
bøtt arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum landið forvæntar skulu lofta útlendingunum,
t.d dagstovnar, fólkaskúlar o.s.fr.
Loysnin eigur eisini at taka støðu til ábyrgdini hjá landinum, og hvørja ábyrgd
arbeiðsgevarar eiga at hava, tá teir taka útlendingar hendan vegin.
Gretchen Rasmussen