"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI"
Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at menna brekøkið. Johan Dahl og Sonja Petersen luttóku vegna Sambandsflokkin.
Við drúgvum royndum í politikki, m.a. sum landsstýrismaður, hevur Johan Dahl sum hjartamál at tryggja, at brekrættindi verða staðfest í lóggávu. Mann sær ikki veruliga týdningin av munagóðum samfelagsskipanum, fyrr enn mann sjálvur stendur í støðuni. Tað hava vit sæð fleiri dømi um. Tað góða er at vit kunnu gera nakað við tað - og tað skulu vit, sigur Johan. Serliga eigur bústaðarpolitikkurin at verða skipaður soleiðis at hann eisini fevnir um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Vit vita eisini hvussu tað hevur verið søguliga, tá fólk við breki vórðu send av landinum - tað eigur ikki at henda aftur.
Sonja Petersen hevur ein son við breki, ið ikki hevur fingið tær tænastur, ið honum tørvar. Sonja hevur verið rødd hansara í almenna rúminum í mong ár, men enn eru týðandi avbjóðingar í vælferðarskipanum, sum framvegis ikki megna at stuðla soni hennara í nøktandi mun. Sonja vil m.a. tí virka fyri at skriva ítøkilig rættindi inn í lóggávu, soleiðis at lógir ikki kunnu tulkast sum ein harmonika, sum land og kommunur toga í ymiskar rættningar. Rættindi eiga tí at verða lógartryggjað og veitt eftir tørvi, sum kann vera við til at fyrbyrgja at rættiliga keðiligar ella vandamiklar støður íkoma. Í sama høpi sær Sonja ein stóran týdning í at seta gongd á eitt arbeiði at byggja ellisheim til fólk við breki.
MEGD fegnast um at Sambandsflokkurin hevur sum hjartamál at staðfesta ítøkilig brekrættindi í lóggávu, soleiðis at vælferðarskipanir verða skipaðar eftir tørvi, her undir stuðulskipanir, bústaðarpolitikkurin og eldrarøktin. Hesi kunnu verða týðandi stig á leiðini at fremja altjóða brekrættindasáttmálan í verki, serliga greinar 5 um javnrættindi og ongan mismun, grein 7 um børn við breki, grein 19 um sjálvstøðug lív og grein 28 um nøktandi lívskor og almannavernd. MEGD ynskir bæði Johan, Sonju og Sambandsflokkinum eitt gott val.
MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum.
