Lýsing
Lýsing
Fýra svanar á Víkini ídag
Tað eru ikki so nógvir dagar síðani at vit sóu tveir svanar á Borðoyarvík, og í morgun vóru aftur fýra at síggja. Helst hevur teinurin til Íslands, har nógvir svanar halda til um summarið, verið ov boysin og hevur kravt eina hvíld á vegnum, Vanliga steðgað svanir ikki leingið her tá so er. Annars er hendan tíðin hugalig hjá teimum, ið dáma at síggja fuglar. Í dag fingu vit eisini myndir av fiskimása, toppont, tjøldrum og sjálvandi einum stara eisini; njótið myndirnar:
Seinastu tíðindini