Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað fer at vera nógvur vindur av útsynningi sunnunáttina og -dagin. Útsynningur er ringasta ætt á Toftum til vind. Hann kemur frá Kalbaksnesi ótarnaður til bygdina. Vindurin er javnur, ikki hvirluætt. | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.03.2026 - 17:24 Tíðindi Veðrið

Veðrið í vikuskiftinum fer at vera myndað av einum lágtrýsti, sum dýpist yvir havinum vestanfyri og er á veg hendavegin. Meðan vit bíða eftir tí í dag og í morgin, fer hann at liggja við hvøssum vindi av útsynningi saman við regni ella ælaveðri.

Sunnudagurin fer allur við vindi, eitt sindur meira vindur norðanfyri enn sunnanfyri. Men allastaðni nógvur vindur. Forsagnirnar fyri næstu viku eru heldur ikki serliga hugaligar, men tær lata vit liggja til sunnukvøldið.

Út á seinnapartin minkar hann vindin niður í frískan vind til strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld veksur vindurin upp aftur í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s.

Hitin til í morgin ári millum 2 og 8 stig.

Í morgin er aftur útsynningur, frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, við skiftandi skýlofti og ælaveðri, í støðum vátakavi. Um kvøldið gongur hann niður í sunnan og veksur vindurin upp í strúk í vindi ella skrið, 13 til 18 m/s. Tað dregur á luftina og fer at regna. Um náttina gongur hann aftur í útsynning, og veksur vindurin upp í skrið ella storm, 18 til 23 m/s.

Hitin millum 3 og 8 stig.

Sunnudagin skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, í støðum upp í hvassan storm, 25 m/s. Seinnapartin gongur hann upp í vestan og minkar vindurin spakuliga niður í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Mánanáttina minkar vindurin eitt spakuliga, meðan tað er skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum vátakavi ella kavi.

Hitin millum 1 og 6 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast
Fýra svanar á Víkini ídag
Brúgvin
Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum
Bókaklubbadagur í Klaksvík í morgin
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Pedofil- og narkodómar skulu herðast mun…