Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Roknað tilfeingisrenta ella veruligur búskapur?
Hvat um ein sjómaður bara vinnur 111 krónur um tíman? Ja, so ber til at rokna milliardir fram í tilfeingisrentu.
Eg vísi á, at um tú lækkar útreiðslurnar á pappírinum, til dømis við at lækka lønina hjá manningini, so kanst tú fáa tað úrslit, tú vilt, í sonevndu tilfeingisrentu. Hans Ellefsen svarar og rættleiðir meg, men eg skal vísa á, at mínar hugleiðingar taka støði í veruleikanum, ikki einum hugsaðum dømi á eini skrivstovu.
Hans sipar til, at tilfeingisrentan verður roknað eftir eini útrokning, ið hann hevur, sum vísir milliardir í tilfeingisrentu. Ein hugsað útrokning, vil eg siga.
Hetta er júst trupulleikin í kjakinum um tilfeingisgjald. Har síggja vit ferð eftir ferð tað sama: Úrslitið veldst um fortreytirnar. Broytir tú fortreytirnar, kanst tú eisini fáa tað úrslit, tú ynskir. Lækkar tú útreiðslurnar á pappírinum, veksur avlopið, og so ber til at rokna seg fram til tøl, sum í veruleikanum ikki eru til.
Frá yvirskoti til undirskot
Hans Ellefsen skrivar, at tilfeingisrentan er ein milliard fyri skip, ið fiska uppsjóvarfisk og flakatrolarar í Barentshavinum.
Hyggja vit heldur at veruligu tølunum, teimum grannskoðaðu roknskapunum, sum eru latin inn til TAKS, er myndin heilt ein onnur.
Tað roknskaparliga úrslitið eftir skatt hjá uppsjóvarflotanum og verksmiðjuskipum í Barentshavinum var uml. 450-500 mió. kr. í 2024. Tá er inntøka frá sølu av skipum ikki tikin við í úrslitið.
Taka vit eina milliard meira inn, verður hall.
Hvussu kemur Hans fram til eina milliard í tilfeingisrentu? Jú, tað gerst við at broyta fortreytirnar. Eitt nú við at áseta lægri hýru til manningarnar enn tann, sum avtalað er á arbeiðsmarknaðinum, ella við at lækka aðrar útreiðslur í roknistykkinum.
Men veruleikin er, at lønir verða ikki ásettar á einum skriviborði á Setrinum – tær verða avtalaðar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Útgangsstøðið ikki rætt
Ein grundleggjandi trupulleiki í greiningunum hjá Hans Ellefsen er eisini, at hann setur eitt fast mark á 6 % og sigur, at alt avkast oman fyri hetta er tilfeingisrenta. Tað ljóðar einfalt, men veruleikin er nógv meira samansettur.
6 % í sær sjálvum er eitt ov lágt mark. Kapitalkostnaðurin í flestum vinnum er hægri enn hetta. Hyggja vit at stórum føroyskum fyritøkum uttan fyri fiski- og alivinnuna, síggja vit, at avkastið av kapitali liggur um 10 %, og rakstraravkastið um 13-14 %. Tað er veruleikin í einum marknaðarbúskapi.
Hvat er tilfeingisrenta og ikki?
Taka vit alivinnuna sum dømi, síggja vit, at føroyskar fyritøkur framleiða meira effektivt enn onnur lond. Tað er ikki bara tí, at náttúran er góð. Tað er úrslit av:
- stórum og dýrum íløgum á landi
- menning av størri smolti, sum minkar um lívfrøðiliga váðan og gevur hægri tøkuvekt, tá ið laksurin verður tikin
- tøkniligum loysnum, sum t.d. skip til avlúsing
- og einum vilja at taka váða og menna vinnuna.
Eg taki alivinnuna sum dømi, tí at Hans eisini vil hava hana at rinda eina milliard meira. At halda, at alt avkast oman fyri 6 % er “tilfeingi”, merkir í veruleikanum, at eingin virðing verður givin hesum arbeiði, hesum íløgum og hesum váða. Vinnan og fólkini, ið har arbeiða, verða í veruleikanum ikki vird fyri tað, tey duga og gera.
Tað, sum føroyska vinnan klárar at framleiða betur enn útlendsku kappingarneytarnir, kann ongantíð verða tilfeingisrenta. Dugnasemi í fiskivinnu og alivinnu skal ikki blíva vekslað um til tilfeingisrentu.
Frá marknaðarbúskapi til planbúskap
Tá alt avkast oman fyri 6 % verður tikið, verður kapitaleigarin í veruleikanum gjørdur til løntakara við føstum avkasti – uttan mun til váða, dugnasemi og íløgur. Tá hvørvur áhugin at gera fyritøkuna betri.
Tað, sum her verður lagt upp til, líkist meira planbúskapi enn marknaðarbúskapi. Søgan vísir greitt, at slíkar skipanir ikki virka.
Avleiðingin er greið: Færri íløgur, minni menning og eitt veikari búskaparligt grundarlag undir okkara vælferðarsamfelagi.
Stuðul?
Eitt annað sjónarmið, sum hevur vunnið fram í kjakinum, er, at um vit ikki taka hægri tilfeingisgjald, ja, so er talan um stuðul til vinnuna. Men hetta er ein misskiljing.
Um ein fyritøka ella persónur hevur vunnið pening, og politiska skipanin velur ikki at hækka skattin, er tað ikki stuðul. Tað vita tey flestu. Men tað er ein hent frásøgn, sum kann brúkast til at skapa hurlivasa (øsing) og polarisering.
Politiskur veruleiki
Tilfeingisgjøld á fiskivinnu og alivinnu eru komin fyri at vera, tí politisk semja er um tað. Men samstundis er stórur partur av hesum inntøkum farin beinleiðis á fíggjarlógina.
Høvdu hesar inntøkur verið lagdar í ein grunn og tiknar út aftur yvir eitt longri tíðarskeið, hevði støðan verið meira haldfør. Men politiska skipanin hevur valt eina aðra leið.
Útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini hevur verið sera stórur, og fíggjarlógin er nærum tvífaldað seinastu árini. Heldur hesin vøksturin fram, fer eingin hækking av tilfeingisgjaldinum at loysa trupulleikan.
Tað er ein avbjóðing, at Hans roynir at sannføra politikarar um, at vit áhaldandi kunnu taka meira inn frá vinnuni. Úrslitið er, at fokus verður flutt burtur frá veruliga trupulleikanum – nevniliga einum ótálmaðum útreiðsluvøkstri.
Víðari til uppboðssølu
Eisini verður uppboðssøla nevnd sum ein loysn. Men eisini her eru stórir váðar. Um útlendskir aktørar sleppa at bjóða, meðan føroyskar fyritøkur ikki hava somu møguleikar uttanlands, kunnu vit enda í eini støðu, har útlendingar bjóða hægri, tí at teir hava lægri marginalkostnað. Lægri marginalkostnað, tí at hesir fiska í føroyskum sjógvi við teirra yvirskotskapasiteti, t.e. tann orkan, teir ikki brúka til at fiska á heimligum leiðum.
Avleiðingin kann verða, at vit missa flotan, arbeiðsplássini, lønarskattin og MVG-inntøkurnar. Vit fáa kanska eitt tilfeingisgjald, men missa sjálvt virksemið. Eitt fátæksligt samfelag, má sigast.
Aðrir váðar eru eisini eitt nú meira miðsavnan, men ikki meira um uppboðssølu.
Samanumtikið
Kjakið um tilfeingisgjald eigur at byggja á verulig tøl og realistiskar fortreytir.
Veruleikin er, at vit hava vinnur, sum eru bygdar upp gjøgnum áratíggjur við íløgum, váða og dugnaskapi. Tað eigur at vera ein styrki hjá Føroyum – ikki nakað, vit seta í vanda við órealistiskum gjøldum og skeivum fortreytum.
Vert at hugsa um, tá ið tit fara á val 26. mars 2026.
X við A
X við FróðA Magnussen
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars