Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað er blivið ov dýrt at búgva í Føroyum !

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  21.03.2026 - 11:37 Politikkur Tíðindaskriv

Sosialisman fær nevniliga  ongantíð nokk av skattaborgarans peningi. Tað liggur í teirra DNA. Hóast allar teirra avgjaldshækkingar, so tosa hesir flokkar framvegis um skatta og avgjaldshækkingar.  

 

Vit merkja  hvønn einasta dag, at tað er blivið sera kostnaðarmikið  at liva  - og arbeiða -  í Føroyum. Hóast javnaðarflokkurin til seinasta val lovaði , at dagligdagurin skuldi gerast lættari, so hevur hann verið við til at gjørt dagligdagin tyngri.  Ferðafólk, sum vitja oyggjar okkara siga tað sama. Alt er sera dýrt í Føroyum.

Sum um príshækkingarnar  á alskyns vørum ikki vóru   nóg mikið, so hava  Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn lagt stein omaná byrðu við at  undirdýkja  okkum í skattum og avgjøldum.

Tað er ein langur listi av hækkingum,  og  nú til løgtingsvalið  vil eg   minna veljaran á allir hækkingarnar, sum javnaðarflokkurin, tjóðveldi og framsókn hava undirdýkt okkum við.

Hækkað Bensin og dieselavgjald og  brennioljugjald.

Hækkað el-prísin, sýnsgjald, kvf-gjald, egingjald á heilivági, hækkað leigu fyri serlig bútilboð, lagt sovigjald á Airbnb, hækkað avgjald á el- og hybridbilum, hækkað skattin hjá ávísum útisiglarum

Tey hava lækkað stuðulin til avlamisbil, strikað stuðulin fyri barnapening, lækkað ferðastuðulin hjá arbeiðandi fólkinum og skert sjómannafrádráttin.

Tey allar lægstløntu fingu hópin av avgjaldsrokningum, men ongan skattalætta.

Sosialisman fær ongantíð nóg mikið at skattaborgarans peningi.

Javnaðarflokkurin  gjørdi  beint tað mótsatta, av tí sum bleiv lovað áðrenn valið. Saman við Tjóðveldi og Framsókn gjørdi hann   dagligdagin  nógv tyngri.  Vónandi minnist veljarin hetta, tá krossurin skal setast.   Við at velja hesar flokkarnar fær  veljarin  fleiri skatta- og avgjaldshækkingar.  Sosialisman fær nevniliga  ongantíð nokk av skattaborgarans peningi. Tað liggur í teirra DNA. Hóast allar hesa avgjaldshækkingar, so tosa hesir flokkar framvegis um skatta og avgjaldshækkingar.   

Har Fólkaflokkurin sigur, at peningurin hevur tað best  hjá tí sum hevur arbeitt fyri peningin, sigur sosialisman, at peningurin hevur tað best í landskassanum. Tað er júst hetta vit hava verið vitnið til undir hesi samgonguni.

Fólkafloksins hugsjón er, at fólk skulu hava so stórt frælsi á egnum pengum, sum gjørligt. Avgjaldsøðin skal tí steðgast í stundini.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld
9 norð­oy­ingar vilja á Fólkating
Tað er blivið ov dýrt at búgva í Føroyum…
Felags valkáfe í Varpinum
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
Almennur valfundur í Varpinum
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið