Lýsing
Lýsing
Vilt tú hava ein norðoying á Fólkating, hevur tú hesi at velja í.
|
Mynd: Av heimasíðunum hjá flokkunum
9 norðoyingar vilja á Fólkating
Talan er um 7 menn og 2 kvinnur. Av teimum 9 norðoyingunum eru 7 klaksvíkingar og 2 frá øðrum plássum í Norðoyggjum.
Í Fólkaflokkinum stilla Árni Skaale, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Beinir Johannesenn, øll úr Klaksvík, upp. Sambandsflokkurin stillar Hermann Samuelsen og Jóan Petur Joensen upp, somuleiðis báðir úr Klaksvík. Javnaðarflokkurin hevur eittans valevni úr Norðoyggjum á listanum; Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen úr Klaksvík, og tað sama hevur Tjóðveldi, Eirik í Jákupsstovu úr Klaksvík. Sostatt eru allir norðoyingarnir, sum stóru flokkarnir stilla upp, klaksvíkingar.
Miðflokkurin stillar hinvegin tvey valevni upp úr ”útjaðaranum” í Norðoyggjum, nevniliga Steffan Klein Poulsen úr Norðdepli og Petur Asano úr Svínoy.
Seinastu tíðindini