Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fingrarnar vekk frá tíggjunda!

SKRIVAÐ: Gunnvá Tróndardóttir  |  21.03.2026 - 15:50 Politikkur Tíðindaskriv

Summir politiskir flokkar hava í valstríðnum róð framundir, at niðurleggja 10. flokstilboðið fyri at fáa tey ungu skjótari út á arbeiðsmarknaðin.

Fyri tað fyrsta, so er 10. sum er, longu eitt val. Her í Klaksvík eitur skúlin enntá Valskúlin. Tað er ikki krav at taka 10. flokk, og eitt 9. floksprógv gevur atgongd til allar miðnámsútbúgvingar.

Tey ungu kunnu sjálvandi eisini velja at fara út at arbeiða eftir 9., og víðari har tey ætla sær, eftir tað. Nógv arbeiða eisini longu, meðan tey ganga í fólkaskúlanum.

Útbúgvingin í Hovi til námsfrøðihjálpara krevur eitt 9. floksprógv, pluss eitt ára starvsroyndir eftir tað. Ella eitt 10. floksprógv. Orsøkin er, at so eru næmingarnir tað búnari, tá tey koma á skúlan.

Og tað er just tað 10. flokkur er til. Eitt ár at búnast í. Eitt ár at nema við nøkur onnur ting enn bert tað fakliga. Eitt ár at hugsa seg um í, og finna útav, hvat tey vilja aftaná fólkaskúlan. Og ikki minst: Ein møguleiki at betra um sítt 9. floksprógv, um tørvur er á tí.

Tað er óunnilig tankagongd, at vilja taka hetta tilboðið frá teimum.

Latið tey ungu sjálvi hava valið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
A: Valkafé í Skálanum
Fingrar­nar vekk frá tíggjunda!
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld
9 norð­oy­ingar vilja á Fólkating
Tað er blivið ov dýrt at búgva í Føroyum…
Felags valkáfe í Varpinum
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
Almennur valfundur í Varpinum
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…