Arbeiðspláss skulu staðsetast um allar Føroya
Um vit skulu fylgja við gongdini, mugu stovnar og arbeiðspláss eisini leggjast út um landið.
Sandoyggin hevur fingið tunnil, men hon má ikki gloymast ella enda sum ein oyggj, har fólk bert fara suður at sova. Sandoyggin kann verða ein veruligur miðdepil í Føroyum.
Vit kunnu í nógv størri mun loysa arbeiðið frá sjálvum arbeiðsstaðnum. Tað merkir, at eitt kontórstarv, sum í dag liggur í Tórshavn, ikki neyðturviliga má vera staðsett í Tórshavn. Tað kann eins væl liggja í Skopun, Húsavík, Hvalba, Sumba – ja, hvar sum helst í Føroyum.
Hetta kann geva fólki møguleika at keypa ein bíligari bústað, virka og vera ein virkin partur av felagslívinum har tey búgva, í staðin fyri at brúka allan dagin burturi frá heimstaðnum.
Eitt kontórlandslag kann vera ein góð loysn, sum kann mennast og víðkast eftir tørvi.
Hetta vil eg arbeiða fyri, um eg verði vald.
Rúna Wenningsted Hansen
Valevni hjá Fólkaflokkinum