Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórðingi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.02.2026 - 09:35 Tíðindi Vinna

Raksturin batnaði, hóast mótvind frá marknaðinum. Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi 2025 fyri alt Bakkafrost samtakið var 295 milliónir krónur, samanborið við 280 milliónir sama ársfjórðing í fjør.

 

 

Tøkan í Føroyum var 23.312 tons og 4.579 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 16.638 tons og 3.840 tons sama tíðarskeið í fjør.

 

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

“Raksturin hjá samtakinum í fjórða ársfjórðingi var góður, serstakliga orsakað av góðari lívfrøðiliga gongd í Føroyum. Hetta er við til at betra um rakstrarkostnaðin, sum framhaldandi er høgt raðfestur í øllum samtakinum.

Laksaprísurin í árinum var munandi lægri enn væntað – og hevur hetta havt sera stóra ávirkan á inntøkur og avlop felagsins.

Í Skotlandi fegnast vit um áhaldandi framgongdina við at økja framleiðsluna á smoltstøðini í Applecross. Framleiðslan av stórum, dygdargóðum smoltum veksur, og ger hetta Applecross til ein hornastein í okkara skotska virksemi. Vit leggja stóran dent á at tryggja, at framleiðslan veksur støðugt  á ein skynsaman hátt.

Betraða rakstrargongdin er hugalig, nú vit hyggja fram móti 2026, har marknaðarútlitini eru  betri. Eftir eitt tíðarskeið við øktum altjóða útboði av laksi í 2025, batnaði marknaðarstøðan móti endanum av fjórða ársfjórðingi. Vit vænta, at útboðið av laksi verður enn meira avmarkað frá øðrum ársfjórðingi 2026 og frameftir.

Fíggjarliga úrslitið í fjórða ársfjórðingi var tó ikki nøktandi. Tað ávirkaðist munandi av framhaldandi høga altjóða útboðnum av laksi, sum trýsti marknaðarprísirnar niður stóran part av ársfjórðinginum. Harumframt var skotska virksemið í oktober ávirkað av felli á aliøkinum Portree, sum var ein avleiðing av sjúkuni, ið sum áður fráboðað rakti fiskin har í triðjað ársfjórðingi.

Hóast hesar avbjóðingar, heldur Bakkafrost fast við kostnaðarstýring, lívfrøðiligt eftirlit og at tryggja støðugan rakstur. Vit halda fram við at gera strategiskar íløgur, samstundis sum vit varðveita eina varliga og javna tilgongd til vøkstur, fyri at stuðla undir langtíðar burðardygga virðisskapan.”

Roknskapurin fyri fjórða ársfjórðing 2025 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…