Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fluttu Nónhamar eftir botninum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  08.02.2026 - 15:15 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Skipið, ið søkt var á Borðoyarvík í fjørð til kavingarendamál og annað, sum upprunaliga bar navnið Nónhamar, tá tað varð bygt á Skála Skipasmiðju í 60-unum, er nú flutt á grynri vatn.

Longu tá Nónhamar varð søkt, endaði tað einar 5 metrar djúpari enn ætlað. Orsøkin var, at til endamálið hjá okkara einasta føroyska kavaraskúla, Faroe Dive, var mett, at mest hóskandi dýpið til skipið var 20 metrar, men Nónhamar kom at liggja á 25 metrum.

Í mars mánaði í fjør, gjørdi Jón Rasmussen, skipari eina roynd við Norðborg og manning at flyta Nónhamar upp á grynri vatn, men tað bar ikki til. Nú bleiv so ein roynd gjørd aftur við Jupiter.

Sigast má, at Jón hevur lagt stóra orku í hetta átakið, og tað takka vit øll honum fyri, sum standa aftanfyri tiltakið kring Nónhamar projektið.

Í vikuni sum fór, boðaði Jón Rasmussen frá, at ein roynd skuldi gerast aftur leygardagin sum fór. Hann roknaði við, at hann kundi verða á Borðoyarvík við Jupiter eftir góðan fiskitúr eystanfyri umleið klokkan 16 leygardagin.

Jupiter var ímillum Nesjarnar á Víkini umleið ásetta tíð. Tá vóru vit klárir at taka ímóti og fóru við bátum, Ziska, Hagagjógv, Brimil, Birgir og mob bátum at hjálpa til at fáa fatur á endunum, ið vóru festir í Nónhamar, tá fyrra royndin varð gjørd, og at festa teir í endar frá Jupiter.

Men vóru spentir, tá byrjað var at seta á. Nógv orka bleiv brúkt frá Jupiter, skipið legði seg væl á slagsíðu, orsakað av trýstinum og vit kendu, at skipið við botnin flutti seg eitt vet, men so slitnaði.

So var aftur at seta fast og hiva aftur. Aftur hesaferð hildu vit, at skipið á botni flutti seg eitt vet, men so slitnaði aftur. Síðani bleiv ein triðja roynd gjørd, hesaferð gekk betur, men júst tá vit hildu at komið var á mál, slitnaði aftur. Tá var vorðið so myrkt, at avrátt var at gevast. Akkurát hvussu nógv Nónhamar hevur flutt seg má kannast í ljósi ein annan dag.

Undirritaði var við allan dagin og fekk nakrar myndir, sum eg leggi við niðanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival