Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kundi valla verið verri

SKRIVAÐ: Birgir Kruse  |  07.02.2026 - 23:48 Ítrottur Lesarabrøv

Ítrótturin er forferdiliga gumpetungur í hesi prime time transmissión eitt leygarkvøld. Tað havi eg ikki hoyrt, sæð ella upplivað fyrr í Kringvarpinum. Tvørturímóti.

 

Hóskvøldið var ein flott tónleikaproduktión í Kringvarpinum. Hendan, sum nú hevur koyrt við ítrótti í hálvan triðja tíma, er tað lægsta og vánaligasta eg havi sæð, ikki minst takkað verið fótbóltsvertinum suðuri í Sortudíki, sum har hevur tørv á at siga okkum, at hann hevur fingið nossini í klemmu í eini spandex drakt. Puff og øv at senda fólki eitt leygarkvøld.

Er tað stuttligt at hoyra, at ein havnamavir hevur fingið nossini í klemmu í eini føstulávintsrennidrakt í Havn, meðan hampafólk stása seg upp og hugna sær í Klaksvík? Púff, Tróndur, púff Kvf! So langt úti, at eg fái meg ikki…jú, hetta bleiv ov nógv, og mátti fáa nøkur orð á loggin.

Og fokking verturin í Havn, hann blívur við. Og nú er besta innslag móti endanum: sangarin Beinir!

Hvør hevur produserað hetta fyri KVF?

Uppafturtøka, sum gamaní er eitt av endamálunum í eini árligari yvirlitssending, men staku lutirnir eru eftir mínum frægastu fatanarevnum lítið samanhangandi og serstakliga langdrignir. 

Langa innslagið um ítróttafólk mitt í sendingini hoyrdi ongastaðni heima. Vatnhamar og teir skuldu ikki verið við yvirhøvur. Tónleikurin ljóðaði illa, og skuldi fallið meira natúrliga inn í sendingina. Og Jana tosaði alt ov leingi at enda.

 

Men hinvegin - eg eri ikki av fremstu ítróttafjepparum, men tó skal sigast, at eg eri ein av ídnastu Kringvarpslurtarum og -hyggjarum, og meini meg hava skil fyri miðlaframleiðslu, og kunna siga, at hetta stóð ikki nakað kappingarmát. Whatsoever.

Eitt leygarkvøld at renna seg í ein ógongdan miðlamur, sum ikki slepst uppum. Tað var ikki gott, nú vit skuldu fagna ítróttini, og ístaðin rendu okkum í respektleyst ósamanhangandi vrøvl.

Í miðlahøpi kundi tað valla verið verri, ítrótt ella ikki.

Bara mín eyðmjúka meining, förstås. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Bilur farin á sjógv
- Fólka­tingsvalið snýr seg um tvær triva…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Lýsing