Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beinleiðis flogrutu til Nuuk

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen  |  07.02.2026 - 10:05 Politikkur Tíðindaskriv

Tað var í 1987, at Lasse Klein legði uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt nýtt føroyskt flogfelag – Atlantic Airways. Síðan tá er nógv vatn runnið í ánni. Sambandið við útheimin hevur verið gott, og reglusemi hevur verið nøktandi. Mest hevur Danmark verið høvuðsdestinatión.

 

Síðani tey nýggju flogførini úr A320-familjuni komu inn í flotan, og flogtøknin hevur ment seg, eru fleiri møguleikar opnaðir. Millum annað at flúgva umleið seks túsund kilometrar suðureftir til Kanarisku oyggjarnar – ómakaleyst. Støðugt verður kannað, um undirtøka er fyri nýggjum rutum. Fyrraárið varð farið at flúgva til New York í USA, men undirtøkan var so lítil, at rutan varð niðurløgd eftir eina sesong.

 


Her vil eg argumentera fyri, at vit eiga at seta á stovn eina rutu millum Vágar og høvuðsstaðin í Grønlandi, Nuuk. Høvuðsargumentið fyri hesum er, at fortreytirnar eru í lagi, og tí er grundarlag fyri at taka stigið og menna hetta sambandið enn meira. So lat meg taka fram nakrar av teimum grundgevingum, eg haldi eiga at viga tungt.

 


1.) Nuuk hevur nú floghavn.

 


2.) Í mun til USA hava føroyingar eitt náttúrligt samband við Grønland, bæði søguliga og í dag.

 


3.) Ríkjalig samantvunnin.
Umvegis ríkisfelagsskapin eru vit tvey av teimum trimum londunum. Vit hava eitt virkið politiskt samband og samstarv. Hóast fortreytirnar geografiskt, mentanarliga og í tilgongdini innan ríkisfelagsskapin eru ymiskar, hava vit nógv felags mál og avbjóðingar. Vit hava umleið somu fólkamongd og stremba eftir meira sjálvstýri. Lat okkum menna hetta sambandi enn meira.

 


4.) Familja og sambond.
Tað eru nógv familjusambond millum londini bæði. Øll hesi koma eisini at njóta gott av hesum møguleika.

 


5.) Útsiglarar og arbeiðarar.
Føroyingar hava søguliga fiskað nógv í Grønlandi. Í dag eru enn nógvir føroyingar, sum sigla við skipum undir Grønlandi. Men tað eru ikki bara tey, sum søkja havið. Nøvnast kunnu verkfrøðingar innan nógv øki, el-installatørar, skrivstovufólk, sjúkrasystrar, brunnborarar og mong onnur.

 


6.) Vinnulív og møguleikar.
Tá tú lendir í Nuuk, sært tú ein vaksandi arktiskan metropol í stórari menning. Allastaðni eru stórar verkætlanir settar í gongd, og nógvar eru ávegis. Mangulin á arbeiðsmegi er stórur innan flestu vinnugreinar.

 


7.) Styttri flogtíð og bíligari.
Við styttri flogtíð og bíligari ferðaseðli gerst føroyska flogfarið eitt náttúrligt val fyri øll, sum skulu ferðast millum londini bæði. Umframt hetta fær vinnan ein fyrimun í mun til at flyta arbeiðsmegi millum londini.

 


Lat okkum taka av møguleikanum og menna okkara góða samstarv við okkara brøðrartjóð.

 

- Hjalmar Zachariassen

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Lýsing