Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meiriluta
Eftir øllum at døma veksur Fólkaflokkurin seg bert størri og størri, nú løgtingsvalið nærkast. Kanningar hava víst 10, síðani 11 og nú 13 tingfólk til Lista A. Um nakrar mánaðir kann hann hava meiriluta einsamallur, um ikki løgmaður útskrivar val áðrenn.
Seinasta veljarakanningin gevur Fólkaflokkinum 13 tingfólk, ið bert er fýra frá at hava meiriluta einsamallur. Tað hevur verið væl skilligt, at løgmaður ikki hevur viljað útskrivað nýval enn, tá hansara flokkur klárar seg søguliga illa í øllum veljarakanningunum, men tað sær út til, at hann bara ger ilt verri við at bíða. Javnaðarflokkurin sær út til at missa meira enn ”bara” eina hálvering og endar niðri á 4.
Sambandsflokkurin og Tjóðveldi liggja báðir á stanton – ávikavist 7 og 6 tingfólk, ið er tað sama sum til løgtingsvalið. Framsókn missir hinvegin 2/3 av tingmanningini og endar niðri á tí eina sessinum. Sjálvstýrið heldur eisini stand við 0 tingfólkum; sama úrslit sum til løgtingsvalið og til allar veljarakanningarnar hetta valskeiðið.
Taparamál ella ”ikki verið nóg sjónlig”?
Ruth Vang sigur í viðtalu við Portalin, ið hevur gjørt kanningina, at tey í Framsókn hava verið ov lítið sjónlig í seinastuni. Tað sama hava aðrir flokkar mangan sagt, ið hava tapt eitt val. Men tað er neyvan so í veruleikanum. Tað nívir bara flokkin ov illa at viðurkenna alment, at veljararnir væl hava sæð flokkin, men vrakað hansara politikk.
Framsókn hevur ferð eftir ferð lovað at fáa haldføri í føroyska búskapin, men hevur ikki leverað. Hetta hóast bestu fortreytir, tá man hugsar um hvussu væl tað gongur í vinnuni og at onki arbeiðsloysi er. Í staðin hevur flokkurin, saman við Javnaðarflokkinum, kravt hægri pensjónsaldur fyri at fáa haldførið í rættlag. Hóast ein onnur kanning hevur víst, at føroyingurin ikki ynskir hægri pensjónsaldur, hava Framsókn og Javnaðarflokkurin insisterað, og tað sær út til at kosta atkvøður. Hægri pensjónsaldur má sigast at vera eitt stórt taparamál.
Fólkaflokkurin kann gerast enn størri – fáa vit val skjótt?
Við 13 sessum og 10 mánaðum eftir til val kann Fólkaflokkurin royna at fara eftir øllum 17 sessunum, ið krevjast fyri at fáa meiriluta einsamallur. Tað hevði verið óhoyrt í nýggjari tíð í Føroyum – vit skulu umleið 100 ár aftur í tíðina fyri at finna eina løgtingssamanseting, har ein einstakur flokkur hevði meiriluta. Tað var, tá ið Sambandsflokkurin var einaráðandi stutt eftir, at vit í heila tikið fingu politiskar flokkar. Ongantíð undir heimastýrisskipanini er tað komið fyri – enn.
Líka síðani Javnaðarflokkurin og samgongan tóku avgerð um at leggja upp í verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hava veljarakanningarnar sæð illa út fyri Javnaðarflokkin. Í november 2023 fer hann niður á 6 umboð, kvinkar upp aftur á 7, men fer so niður á 5 í mai 2025, tá málini um pensjónsaldur er fyri og Suðuroyartunnilin tikin aftur. Tá varð mett, at Javnaðarflokkurin helst ikki fór at útskriva val, tá undirtøkan var so lítil, og at hann tí gjørdi skilagott í at bíða, til pílarnir peikaðu eitt sindur upp eftir aftur fyri flokkin.
Tað vísir seg tó, at tað ikki hendir, og undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum bara minkar. Ministararokadan í november fyri at fáa abortmálið samtykt og tað, at Margit Stórá yvirtók pensjónsaldurshækkingina frá Eiriki í Jákupsstovu, hava í øllum førum ikki styrkt flokkin.
Spurningurin er tí, um tað ikki er skilabest fyri løgmann og hansara flokk bara at fáa valið yvirstaðið.