Rói Clementsen nýggjur næstformaður í KÍ
Stór útskifting í nevndini hjá KÍ. Rokniskapurin vísti sum væntað eitt stórt hall fyri 2025
KÍ hevði aðalfund í kvøld. Fitt av fólki møtti á KÍ loftinum.
Tað var greitt undan fundinum at Tummas Lervig var afturvaldur sum formaður í KÍ. Tummas helt forfólkafrágreiðing sum vit prenta niðast her á síðuni.
Stór útskifting var í nevndini. Rúni Heinesen tók ikki við afturvali sum næstformaður og í hansara stað varð Rói Clementsen valdur.
Eyðstein Ó. Poulsen, Olanta Højsted Norðbúð og Sølvá Jansdóttir Joensen tóku somuleiðis ikki við afturvali. Regin Høgnesen er nývaldur í nevndini. Hilmar Danielsen, Kaj Dam og Jógvan Skorheim tóku við afturvali.
Rokniskapurin vísti eitt hall á 5,8 mió krónur.
Ársfrágreiðing hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag 2025.
Innleiðing
Ársfrágreiðingin 2025 fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag gevur eina heildarmynd av virkseminum hjá felagnum í farna árinum. Árið hevur verið merkt av bæði avbjóðingum og menning, har nógv sjálvboðin, venjarar, leikarar og stuðlar hava lagt stórt arbeiði í at tryggja, at felagið framhaldandi er eitt sterkt og livandi ítróttarfelag í Klaksvík. KÍ hevur enn einaferð staðfest sín týdning sum samlingspunkt fyri ítrótt, felagsskap og trivnað – bæði fyri børn, ung og vaksin. Við hesum vilja vit takka øllum, ið hava stuðlað felagnum og samstundis varpa ljós á úrslit, virksemi og framtíðarætlanir.
Akademi og ungdómsarbeiði
Akademi- og ungdómsarbeiðið er ein hornasteinur í virkseminum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. Gjøgnum miðvíst arbeiði, greið virðir og eitt sterkt fokus á menning hevur KÍ sum mál at skapa bestu møguligu karmar fyri børn og ung, bæði sum fótbóltsleikarar og menniskju. Árið hevur verið merkt av stórum arbeiði hjá venjarum, leiðarum og sjálvbodnum, sum dagliga leggja orku í at hava eitt trygt, mennandi umhvørvið.
Akademiið arbeiðir út frá eini langtíðarætlan, har dentur verður lagdur á fakliga menning, trivnað og felagsskap. Við góðum samstarvi millum venjarar, foreldur og felagið annars, hevur ungdómsarbeiðið styrkt grundarlagið undir framtíðini hjá KÍ. Felagið er errið av teimum mongu ungu leikarunum, sum vísa bæði ítróttarligan dugnaskap og góðan hugburð.
Akademileiðarin fór í annað starv hjá FSF í 2025, vit hava sett nýggjan akademileiðara, sum gevur møguleika at byggja víðari á tað góða grundarlagið sum er lagt. Samstundis vilja vit takka fráfarnu akademileiðaranum fyri stórt arbeiði til frama fyri KÍ. Við fakligum dugnaskapi og arbeiðsorku hevur hann lagt eitt virðismikið grundarlag, sum felagið nú byggir víðari á.
Betri kvinnur
Kvinnufótbólturin er ein týdningarmikil partur av virkseminum hjá KÍ, og felagið arbeiðir miðvíst fyri at skapa góðar og støðugar karmar, har kvinnuligir leikarar kunnu mennast og trívast. At tryggja góðar venjingarumstøður, fakliga leiðslu og sterkan felagsskap er ein natúrligur partur av hesum arbeiði.
Nýggjur kvinnuvenjari er settur fyri 2026, hann kemur at byggja á undanfarna við nýggjum íblástri og møguleikum. Samstundis vilja vit takka venjaranum, sum steðgaði í starvinum í farna ári, fyri hansara íkast og arbeiði. Við trúfesti hevur hann lagt eitt gott grundarlag, sum nú verður bygt víðari á.
Betri menn
Besta lið menn hjá KÍ hevur í farna ári víst stóran styrk og góðan ítróttarligan dugnaskap. Í Betri Kappingini staðfestu liðið seg sum eitt kappingarført og væl samansett lið og við vinnandi hugburði og samanspæli vóru úrslitini góð. Umframt heimligu kappingina hevur liðið roynt seg í Europa Cup. Við dugnaligum venjarum, góðari venjing og samanhaldi hevur liðið víst, hvussu vit og leikarar saman kunnu røkka stórum úrslitum.
Heilsufótbóltur og trivnaður
Fótbóltur í Føroyum er ikki bara kapping – hann hevur eisini týdning fyri heilsu og trivnað hjá fólki. Fótbóltssambandið og Fólkaheilsuráðið viga bæði likamliga og sálarliga heilsu, og fótbóltur verður sæð sum karmur til góðan sosialan trivnað, samfelagslív og aktiva gerandisdag hjá limum. Klaksvíkar kommuna saman við Klaksvíkar Ítróttarfelag hava skipað fyri heilsifótbólti við vár skeiði og heyst skeiði tey síðstu árini.
Eldsálirnar
KÍ byggir á eldsálirnar. Fólk, sum av hjarta brúka sína frítíð, sína orku og vitan fyri at skapa eitt gott og trygt umhvørvi fyri leikarar. Hesir einstaklingar eru ofta ósjónligir, men teirra arbeiði sæst aftur hvørja ferð, ið børn, ung og vaksin sleppa at íðka ítrótt undir góðum karmum. Nevndin er ómetaliga takksom fyri alt arbeiðið tit leggja eftir tykkum – uttan tykkum var einki KÍ.
Bláa Bylgjan og áskoðarar
Stuðul og lív frá Bláu Bylgjuni og áskoðarum hevur stóran týdning fyri felagið. Tit skapa serligan stemning á og runt vøllin, har okkara leikarar fáa meira orku og spæligleði. Bláa Bylgjan og áskoðarar eru ikki bert ein samanseting av stuðli, men eisini ein identitetur og stoltleiki fyri felagið og býin, sum styrkir felagsskapin, við gleði, menning, samanhaldi og stríðsvilja.
Klaksvíkar kommuna
Klaksvíkar kommuna er ein týdningarmikil viðspælari í menningararbeiðinum hjá KÍ. Gjøgnum gott samstarv verða skaptir karmar, sum gera tað møguligt at arbeiða miðvíst við bæði breidd og elite og tryggja varandi menning. Felagið setur stóran prís á samstarvið og sær kommununa sum ein avgerandi part í arbeiðinum at skapa eitt sterkt ítróttarlív í Klaksvík – eisini í framtíðini.
Stuðlar
Stuðlar eru ein avgerandi partur av virkseminum hjá KÍ. Við dyggum stuðli og trúføstum samstarvi gera tit tað møguligt at vit kunna arbeiða miðvíst og langsiktað. Stuðlarnir eru ikki bert fíggjarligir bakkar, men eisini týdningarmiklir viðspælarar, sum vísa felagnum álit og skapa tryggar og burðardyggar karmar. Vit í KÍ eru sera takksom fyri stuðulin.
Dómara
Vit hava tey seinnu árini lagt dent á at verða á øllum mótum og haft skeið fyri dómarun. Um mánaðarskiftið november-desember 2025 hevði KÍ níggju dómarar á FSF dómaraskeiði, har allir sum ein stóðu royndina við manér. Enntá instruktørurin var úr KÍ, til hetta skeiðið. Sum um tað ikki var nokk, so hevur KÍ í ár sjey luttakarar, til árliga úrmælingaskeiðið fyri dómarar, hjálpardómarar og eygleiðarar. Av hesum eru tríggir dómarar, tríggir hjálpardómarar og ein eygleiðari.
Fíggjarligur parturin.
Fíggjarliga hevur farna árið verið tungt men jaligt fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag. Vunnu upphæddirnar og luttøka í Europa Cup hevur verði gott íkast saman við stuðlinum frá EFC, har sum vit eisini lata eina stóra upphædd til føroyskan fótbólt sum FM vinnara.
Samstarv við lokalt vinnulív og stuðlar hevur eisini stóran týdning. Teirra trúfesti og álit skapa tryggar og burðardyggar og fíggjarliga karmar fyri okkara virksemið.
Nevndin
Ein støðug nevnd er hjartað í KÍ. Vit vilja takka teimum, sum hesuferð leggja frá sær, fyri óteljandi tímar, eldhuga og trúfesti í arbeiðinum fyri felagið. Tykkara arbeiðið hevur lagt eitt sterkt grundarlag, sum vit nú byggja víðari á, og felagið takkar hjartaliga fyri alt, sum tit hava gjørt og gleða okkum til tit taka næsta tørn.
Samandráttur – eitt gott kappingarár
Farna ár hjá KÍ hevur verið merkt av góðum úrslitum, samhaldi og framgongd á øllum økjum. Besta lið kvinnur og menn staðfestu seg sum sterk og kappingarfør í kappingini, har vit vunnu FM hjá kvinnum og FM og steypakapping hjá monnum og bæði liðini umboðaðu felagið í Europa. Undantikið er tó at vit eru farin niður í 2 deild verandi kappingarár at venda. Ungdómsarbeiði og akademi hava víst góða menning, har bæði leikarar og venjarar hava lagt stórt arbeiði í at menna fótbóltin.
Eldsálir, sjálvboðin, nevnd og stuðlar hava aftur verið fús til verka, og teirra trúfesti hevur skapt SAMANHALD - GLEÐI - MENNING -STRÍÐSVILJA. Bláa Bylgjan og áskoðarar hava lyft felagskapin við sínum stuðli og stemningi, og samstarv við Klaksvíkar kommunu og lokalt vinnulív tryggjar framtíðarætlanirnar.
Alt í alt er farna ár eitt prógv um styrkina hjá felagnum, felagskapin og áhugan fyri fótbóltinum – eitt gott kappingarár, sum leggur grundarlagið undir framtíðina hjá KÍ.
TAKK FYRI/Tummas Lervig