Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Listasavn Føroya verður nú útbygt og nútímansgjørt

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og mentamálaráðið  |  05.02.2026 - 22:23 Mentan Tíðindaskriv

Løgtingið samtykti í dag løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya, sum landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, legði fyri Løgtingið í desember í fjør.

 

Við einum útbygdum og nútímasgjørdum Listasavni Føroya fáa vit góðar karmar fyri savnsvirkseminum á okkara tjóðlistasavni. Eg eri tí sera fegin um, at arbeiðið at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya nú kann fara í gongd, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Fyrireikingararbeiðið byrjaði í 2021, og nú Løgtingið hevur samtykt løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya, kann avtala verða undirskrivað við Búsetur, ið vann útboðið. Ætlanin er, at arbeiðið fer í gongd so skjótt sum gjørligt, og at Listasavnið stendur liðugt útbygt og nútímansgjørt í 2028.

Samlaði kostnaðurin fyri byggiverkætlanina er 70,8 mió. kr. Landsins partur av verkætlanini er 24,3 mió. kr. Augustinus Fonden og Louis-Hansen Fonden hava givið tilsøgn um 17 mió. kr. hvør, og Villum Fonden hevur givið tilsøgn um 7 mió. kr. til byggiverkætlanina. Harafturat stuðlar Tórshavnar kommuna verkætlanini við 5,5 mió. kr.

Tá ið byggiverkætlanin er liðug, verða umstøðurnar at reka savnsvirksemi munandi betri. Listasavnið verður útbygt suðureftir, so hølini til framsýningar verða størri, og eitt nýtt barnahús verður innrættað við barnaverkstaði og læringsrúmi.

Goymslan hjá Listasavninum verður eftir ætlan skipað saman við goymsluni hjá Tjóðsavninum í nýggju varðvetingarmiðstøðini, ið ætlanin er at byggja Innan Glyvur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Bilur farin á sjógv
- Fólka­tingsvalið snýr seg um tvær triva…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Lýsing