Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen 

Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg við í avtaluni

SKRIVAÐ: Fíggjarmálaráðið  |  05.02.2026 - 22:00 Tíðindaskriv

Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87%. 

 

Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.

Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm.

Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkamin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk.

Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.

Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm: 

·       Starvsfelagið

·       Akademikarafelag Føroya

·       Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

·       Yrkisfelagið Miðnám

·       Farmakonomar

·       Kost- og Føðslufelagið

·       Yngri læknar Føroyar

·       Heilsurøktarafelagið

·       Føroyskir Fysioterapeutar

·       Føroya Tekniska Lærarafelag

·       Ljósmøðrafelag Føroya

·       Pharma Danmark

Les avtaluna um felags lønarkarm her.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival