Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógv fólk í kirkjukjallarinum | Mynd: Jóhann Lützen

Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2026 - 16:26 Myndarøð Tíðindi

Hugnaløta var í Christianskirkjuni í dag, har hugleitt var um gomlu Klaksvíkar kirkju frá 1866. Lurtað varð eftir upptøku har Jóhan Nielsen, prestur millum annað talaði um tann týdning, sum kirkjan hevði fyri Klaksvík

 

Nógv fólk høvdu leitað sær í kirkjukjallaran í dag at hoyra um gomlu Klaksvíkar kirkju.

Øssur Kjølbro, prestur greiddi fyrst frá brotum úr søguni um kirkjuna frá 1866. Brotini hevði hann frá Freydis Poulsen. 

Seinasta gudstænastan í gomlu Kirkju varð hildin 30.juni 1963, eina viku áðrenn Christianskirkjan varð vígd. Útvarp Føroya eigur upptøku av síðstu gudstænastuni. Fleiri prestar prædikaðu. Millum annað talaði Johan Nielsen við síni rámligu rødd um skilnaðarløtuna millum kirkjuliðið og gomlu kirkju. 

Í fjør varð lurtað eftir upptøku av síðstu prædikuni hjá Johan Nielsen í Christianskirkjuni eitt gott ár seinni.

Einstakir lutir úr gomlu kirkjuni stóðu frammi. 

Á hugnaløtuni var eisini sálmasangur, drekkamuður og andakt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Bilur farin á sjógv
Lýsing