Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Annika Hoydal á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.02.2026 - 20:16 Mentan Tíðindi

Føroyska tónleikadrotningin spælir konsert á Vágsbø í august

 

Annika Hoydal er ein av størstu stjørnunum í føroyskum mentanarlívi yvirhøvur. Síðani miðskeiðis í 1960'unum hevur hon verið virkin sangari, sangskrivari og sjónleikari í Føroyum og uttanlands, og hon er framvegis virkin á føroyska mentanarpallinum. Í ár hevur hon konsert á landsins størsta tónleikatiltaki.

Annika Hoydal byrjaði sum sjónleikari í Havn fyri umleið 60 árum síðani, og seinni varð hon kend sum sjónleikari í Danmark – á palli og á filmi – og hon tók eisini útbúgving sum sjónleikari.

Seinna partin av 1960'unum bleiv hon sum songkvinna partur av væl umtókta fólkatónleikabólkinum Harkaliðnum, sum í drúgt tíðarskeið gav tónleik út og spældi konsertir. Í 1970'unum fór Annika Hoydal eisini undir at geva tónleik út og at framføra sum solistur, og tað hevur hon gjørt síðani. Seinasta útgávan kom í 2023, og hon spælir framvegis konsertir, nú hon er farin um 80 ár.

Annika Hoydal hevur sum solistur og sum partur av Harkaliðnum sungið eina langa røð av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn: "Aldan", "Í dans", "15 ár", "Lisa", "Ólavur Riddararós" og fleiri.

Lagt er upp til eina stóra og savnandi konsert, tá ið livandi legendan Annika Hoydal spælir á stóra palli á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 6. til 8. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Lýsing