Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ hevur ársaðalfund í kvøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2026 - 08:39 Ítrottur Tíðindi

Ársaðalfundurin 2026 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á loftinum í kvøld kl 19:30.

 

KÍ heimasíðan skrivar:

 

Ársaðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag 2026
Ársaðalfundurin 2026 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á loftinum mikudagin tann 4. februar kl 19:30.

Skrá samb. lóg felagsins. 

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.

2. Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 4.

3. Ársfrágreiðing frá nevndarforfólki.

4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

5. Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.

6. Innkomin mál.

7. Valevni til nevndarforfólk, nevndarnæstforfólk ella nevndarlim hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.

8. Val av nevndarforfólki, nevndarnæstforfólki og øðrum nevndarlimum. Aðalfundurin velur nevndarforfólk og nevndarnæstforfólk beinleiðis á aðalfundinum, meðan nevndin annars skipar seg sjálv. Øll val eru fyri 1 ár. Afturval er loyvt.

9. Val av grannskoðara.

10. Ymiskt.

12. Uppskot til nevndarforfólk, nevndarnæstforfólk og nevndarlimir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin.

Allir limir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru hjartaliga vælkomin. Hettar eru tey, ið hava goldið limagjald annahvørt sum hvílandi limur ella leikaragjald. Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum og gjaldast skal kontant ella við gjaldskorti. Gjaldið fyri hvílandi limir er 400kr. árliga. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival