Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamarhald á tilflytingini
Hvussu nógv vita vit í veruleikanum um, hvør kemur til Føroya, og undir hvørjum treytum? Og hvørjar avleiðingar hevur hetta fyri okkara samfelag? Hesi ivamál er orsøk til tveir fyrispurningar, sum Bárður á Lakjuni, tingmaður, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.
Í eitt longri tíðarskeið hevur arbeiði verið til meiri enn allar hendur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og tískil hevur tørvurin á arbeiðsmegi verið stórur – og hann sýnist framvegis at vera tað.
Fast Track-skipanin, sum varð sett í gildi í november 2021, hevði til endamáls at nøkta ein bráðfeingis tørv á arbeiðsmegi hjá føroyskum arbeiðsgevarum.
Hóast henda snarskipan hevur sum aðalmál at fáa útlendingar higar at arbeiða, so er nógv, sum týðir upp á, at tey ikki eru so fá, sum hava fingið samfylgjandi familju hendan vegin eisini.
Sammett við stóru verð eru Føroyar fámentar, lítlar og sárbærar. Undanfarin ættarlið hava bygt okkum eitt vælferðarsamfelag, sum er gott, frælst og trygt at liva í. Av tí at vit eru so fá og smá, skulu ikki serliga stórar broytingar henda í fólkasamansetingini, áðrenn vit byrja at merkja og síggja tær. Og tað bendir á, at vit síggja tær.
Avleiðingar av ov stórari tilflyting merkist
Fólkaskúlin er settur undir eyka trýst, tí næmingatalið av teimum, ið ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, er vaksið nógv. Hetta skapar avbjóðingar í vanliga samskiftinum í skúlanum – og ikki minst millum heim og skúla, bæði tá tað kemur til mál og mentan.
Sama ger seg galdandi á barnaansingarøkinum. Aðrastaðni í samfelagnum síggja vit, at vit javnan verða noydd at samskifta á enskum, tí tað eru ikki so fá, sum ikki duga føroyskt.
Eisini vísti Barnaverndarstovan í frágreiðing síni fyri 2023 á, at talið av barnaverndarmálum við útlendskum børnum (uttanfyri Norðurlond) er yvirumboðað samanborið við føroysk. Felags fyri hesi barnaverndarmál er, at tey „eru trupul at handfara vegna forðingar orsakaðar av málsligum og mentanarligum muni“, sum frágreiðingin sigur.
Mugu fáa greið svar og tøl á borðið
Vit kunnu og eiga av røttum at spyrja, hvussu nógv vælferðarsamfelag okkara megnar at bera av eyka byrðum, áðrenn skipanirnar byrja at ridla og kanska enntá hokna.
Spurningurin er, um vit eiga at umhugsa at broyta mannagongdir og seta størri krøv, harðari treytir og betra um eftirlitið, tá tað um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar ræður.
Tað tykist sum at vitanin um vavið og veruligu ávirkanina av tilflytingini til Føroya framvegis er ov lítil. Tí hevur Løgtingið hevur brúk fyri greiðum tølum og svarum um tilflytingina, soleiðis vit kunnu leggja ein ábyrgdarfullan útlendingapolitikk. Ein politikk, sum hevur til endamáls at tryggja komandi ættarliðum eitt gott, trygt og frælst vælferðarsamfelag – og sum samstundis tryggjar, at Føroyar megna at taka væl ímóti og lofta tilflytarum á skilabesta hátt.
Fyri at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum viðvíkjandi treytum og eftirliti, tá um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum ræður, hevur Bárður á Lakjuni sett landsstýriskvinnuni í tveimum umførum hesar spurningar:
Hvussu nógvir útlendingar hava arbeiðs- og/ella uppihaldsloyvi í Føroyum í dag?
Júst hvørjum londum kemur útlendska arbeiðsmegin úr, hvussu nógv koma úr hvørjum landi sær, og hvussu langt áramál hava tey verið her?
Hvussu stórt er talið á samfylgjandi familju, og hvørjum londum koma hesi úr?
Hvørjar eru treytirnar fyri at fáa samfylgjandi familju til Føroya?
Hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track-skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í?
Eru persónar skrásettir sum verandi í Føroyum uttan galdandi arbeiðs- ella uppihaldsgrundarlag, og hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at tryggja, at slíkir persónar ikki ólógliga verða verandi í Føroyum?
Hvørjar eru treytirnar fyri varandi uppihaldsloyvi (undir hesum áramál og møgulig inntøkukrøv)? Eru almennar veitingar (ALS, fiskavirkisskipanin) íroknaðar, tá ið krøv um vikuliga arbeiðstíð og onnur krøv verða gjørd upp?
Hvussu nógvir útlendingar eru í fiskavirkisskipanini og í arbeiðsloysis-skipanini?
Hvørjar eru treytirnar viðvíkjandi revsiváttan, tá um útlendska arbeiðsmegi ræður?
Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin