Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum

SKRIVAÐ: Miðflokkurin  |  21.01.2026 - 15:45 Politikkur Tíðindaskriv

Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

 

 

Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður

 

Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

Evni: Lóggáva um trúarsamfeløg

 

 

Spurningur: 

 

Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?
 

 

Viðmerkingar:

Í svari til § 52a fyrispurning frá undirritaða hin 16. januar 2026, nevndur “Fremmand trúarsúmbol í Føroyum” (52-063/2025), svarar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, m.a., at: “Hinvegin er lóggáva um trúarsamfeløg í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.” Við hesum er tað ikki greitt, hvørt landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at seta slíka lóggávu í verk ella ikki.

 

Hesin fyrispurningurin verður tí settur fyri at fáa greiðu á, um talan bert er um hugsanir hjá landsstýriskvinnuni, ella um landsstýrið fer at koma í Løgtingið við uppskoti um lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er, nær hetta kann hugsast at fara at verða gjørt.

 

Í svari sínum greinaði landsstýriskvinnan annars støðuna soleiðis:

 

at avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild
at tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum
at inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið
at serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði
at í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, tá ið eitt nú almenn trygdar- og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi- og býarskipanarmálum
at hesi koma undir undantaksregluna til vard politisk og  borgarlig mannarættindi
 

Nevnast skal, at av serliga tungtvigandi grundum til ikki at loyva moskubygging í Føroyum verða annars millum manna javnan nevndar:

 

royndir úr m.ø. grannalondum
atlit til almenna friðin og samhaldsfestið í einum lítlum samfelagi
forðing av paralellsamfeløgum
vernd av føroyskari mentan, virðum og fólkaræði
 

 

Á Løgtingi, 21. januar 2026

 

Jenis Kristian av Rana

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
  Duo Ruut á G!
Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkafl…
Lat okkum gera valið til eitt náttúru- o…
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…
Sakaris á G!
Gott úrslit fyri 2025
Tobbi um nýskipa­nar­nevndina
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Støðan í miðeystri ávirkar sendingar av…
Oljukreppa og vit eru ikki klár
Eg havi tikið avgerð
Hámarkið í barsils­skipan­ini skal hækkast…
Svenskur verjukendur leikari til miðvøll…