Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá hildu vit ondini!

SKRIVAÐ: Rani Nolsøe  |  21.01.2026 - 09:11 Ítrottur Poddar Tíðindi

Julian, hjartaliga tillukku við øllum teimum flottu úrslitunum í 2025. Les og hoyr poddin her.

 

Tá Julian rann yvir mállinjuna í Valencia 7. desembur í fjør, vóru tað nógvir føroyingar, sum hildu ondini.

Í samfull 37 ár hevði næstan gandakenda metið hjá Absalon Hansen verið ultimativa markið.

Sum boygt í neon hevði tað lýst upp, hvussu skjótt tað bar til at renna tann langa og avbjóðandi marathon teinin.

2 tímar, 27 minuttir og 53 sekund!

Tað megnai Absalon fyri 37 árum síðani.

Og tað var væl at merkja undir teimum umstøðum, sum eru galdandi í Føroyum, her tað næstan altíð er regn, vindur og vetrarmyrkt.

Hartil fór øll venjing fram úti á vegunum, í kulda og regni, í mót- og undanbrekkum, millum koyrandi bilar, súkklur og gangandi fólk.

Ikki sum í heitaru londunum, har tað er ljóst, slætt og heitt.

Og her á landi var tað eingin, sum megnaði at hótta super tíðina hjá tí skjóta og treiska toftamanninum.

Tí vóru vit mong sum av sonnum hildu ondini, tá Julian nærkaðist málstrikuni í Valencia.

Hann byrjaði við eini tíð, sum var skjótari enn gamla metið. Um hann soleiðis orkaði at halda ferðini uppi, so vóru góðir møguleikar fyri, at hann kundi seta nýtt met.

Tá hann streyk framvið hálvmarathon markinum uppá einans 1 tíma og 11 minuttir kundu vit rokna út, hvønn veg tað kundi ganga. Hann lá til at taka metið.

Løtu seinni legði hann teir 30 kilometrarnar afturum uppá 1 tíma og 42 minuttir, sum er tveir minuttir skjótari enn skjótasta tíðin hjá Absalon á sama teini.

Tað merkti, at hann ikki bara helt ferðini, men at hann veruliga hevði styrki til at økja um ferðina.

Uha - fór hetta at halda?

Tá vóru vit mong, sum av sonnum hildu ondini.

Kundi tað veruliga passa, at Føroya elsta met í frælsum ítrótti var í ferð við at blíva tikið? Ja! Tað kundi passa. Tí Julian var ikki bara var í ferð við at taka metið. Hann var í veruleikanum í ferð við at avmontera aldargamla metið hjá Absalon.

Enntá í hansara fyrstu marathon roynd nakrantíð. Og tá hann streyk um mállinjuna fingu vit sjón fyri søgn. Hann kvetti hvørki meir ella minni enn ótrúligar seks minuttir av tí gamla super metinum! Tað hevði eingin í síni villastu ímyndan tora at trúð uppá.

So væl var renningin skipað, at Julian kláraði at renna seinnu hálvu av marathon teinunum tríggjar minuttir skjótari enn fyrru hálvuna.

Tað vísir seg ofta, at tá heimsmet og onnur stór met verða tikin, at tá verður seinna hálva runnin skjótari enn fyrra hálva. Ella ‘negativt split’, sum rennarar kalla tað.

Og soleiðis kundi Julian takk enn eitt fenomenalt met á einum nýggjum teini og harvið leggja eitt renni ár aftur um seg, sum vit neyvan hava sæð fyri í Føroyum.

Tað fyrsta metið í 2025 varð sett tann 26. juni, tá Julian kvetti heili 32 sekund av 5 kilometur tíðini hjá Albert Marna, sum hann rann í 1994. Nýggja metið hjá Julian gjørdist 14:52.

Tað næsta metið kom tann 12. august, tá Julian megnaði at renna tríggjar hundrað partar skjótari, enn Albert Marni gjørdi fyri 33 árum síðani, á 1500 metrum. Nýggja metið er nú 3:54:36.

Tað triðja metið varð sett tann 22. august, tá Julian fekk skorið góð 12 sekund av 5000 metur metinum hjá Albert Marna frá 1994. Skjótasta tíðin á hesum teinunum er nú 14:35:61, sum allir rennarar frá nú av skulu jakta.

Tann 26. august megnaði Julian at taka 11 ára gamla hálvmarathon metið hjá Marner Djurhuus við einum knøppum minutti. Sostatt er metið nú á 1:07:57.

Og so komu vit til 7. desembur í Valencia, tá Julian kundi seta krúnuna á eitt fantastiskt renni ár við fantom tíðini á sjálvum marathon teininum. Vorið sum eitt atletik ár hjá unga Treysta rennaranum.

Sjálvur sigur Julian, at útgangsstøðið fyri 2026 er gott. Hann er fríur fyri skaðar og ætlar at menna seg víðari og royna at taka fleiri met.

Annars er tað stóra málið Oyggjaleikirnir, sum verða í Føroyum í juli 2027.

Hjartaliga tillukku við øllum teimum flottu úrslitunum í 2025.

 

Hoyr samrøðu við Julian her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur
Hjarta­barnið fekk 35.290 krónur frá Klak…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Torradagar aftur á skrá