Lýsing
Lýsing
Lýsing

Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!

SKRIVAÐ: KÍ fjeppari  |  18.01.2026 - 09:00 Ítrottur Lesarabrøv Myndarøð

Tað eigur ikki at koma óvart á nakran KÍ-fjeppara, at teir í fótbóltspráti hjá KvF tosa KÍ niður, tí teir halda heilt greitt við sínum havnarlokalu liðum - men tað er IKKI í lagi, at vit, sum halda við KÍ, fara upp í hatta negativa kórið.

 

 

TAÐ hevur okkara kæra KÍ ikki uppiborið.

Orð skapa veruleikar!!

Tí er tað ikki líkamikið, hvussu vit KÍ-fjepparar umrøða okkara kongabláa flaggskip.

Seinastu átta árini hevur besta mansliðið hjá KÍ havt hesar endastøður í Meistaradeildini:

  • 2019: Føroyameistarar
  • 2020: Nummar trý
  • 2021: Føroyameistarar
  • 2022: Føroyameistarar
  • 2023: Føroyameistarar
  • 2024: Nummar tvey
  • 2025: Føroyameistarar
  •  

KÍ hevur altso vunnið fimm føroyameistaraheiti tey seinastu sjey árini - eitt FANTASTISKT avrik og úrslit!

Jú gamaní er alt ikki fullkomið í okkara kæra felag, men tað má vera rættiliga nógv, sum verður gjørt rætt í KÍ, tá úrslitini eru so støðugt góð og glæsilig!

LATIÐ OKKUM TOSA KÍ UPP

KÍ hevur eitt sera gott venjarapar í Magnusi Powell, høvuðsvenjara, og Thomas Gabrielsson, hjálparvenjara

KÍ er tað felagið í landinum, sum hevur tað mest royndu og stabilu leiðsluna

KÍ hevur tey bestu og nógv tey flestu viðhaldsfólkini í landinum

Vit hava teir bestu leikararnar í landinum

LATIÐ OKKUM BAKKA OKKARA DREINGIR UPP !!!

Tað hava teir so sanniliga uppiborið !!!

KOYR Á KÍ

Heilsan, ein KÍ-fjeppari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…