Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ missir helst fýra leikarar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.01.2026 - 11:27 Ítrottur Tíðindi

Frágongdin hjá KÍ fer helst at telja fýra leikarar.

Longu undan síðstu umførunum í fjør var greitt, at Dávid B. Andreasen ikki fór at halda fram. Hann hevur skift til B36. Ahmed Latif hevur skift til B68, meðan Claes Kronberg er givin. Mest sannlíkt legst ein leikari afturat, sum er Mads Boe Mikkelsen. Hann hevur fingið bjóðað ein sáttmála frá KÍ, men hevur eitt ynski um at royna seg uttanlands og mest sannlíkt í Danmark. At hann ikki hevur skrivað undir nú liðið hevur vant í knapt tvær vikur bendur eisini á, at tað er størri møguleiki fyri at hann ikki skrivar undir við KÍ.

Inn í KÍ-hópin er Jákup N. Vilhelmsen kom frá B68, har hann var útleigaður. Sum skilst verður hann í KÍ fram til í summar í fyrsta lagi, men hansara støða verður tengd at, hvussu verður við spælitíð. Afturat Jákup skulu vit vænta, at KÍ fær tríggjar nýggjar álopskendar leikarar, um Mads ikki heldur fram. KÍ fer á venjingarlegu 22. januar og áðreen tað kann væmtast, at onkur nýggjur leikari verður kunngjørdur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Norðmenn vitja Amerika
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp