Lýsing
Lýsing
Lýsing
Leskiligt morgunmatarborð

Morgunmatarborðið veit

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2026 - 11:00 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Á hotellinum Clarion the Hub í Oslo búgva ein rúgva av føroyingum, nú okkara hondbóltshetjur royna seg í EM undankappingini um dagarnar

 

 

Inntrykkini eftir fyrsta dystin í undankappingini ígjárkvøldi hava sett seg, og tað merktist kring morgunmatarborði. Føroyar leiktu javnleik 28-28 móti Sveits 

Fjepparar høvdu sínar greiningar klárar. Øll vóru samd um at javnleikur móti Sveits er eitt gott úrslit, men fleiri iðraðu seg um at 6 máls leiðslan í seinna hálvleiki ikki tryggjaði sigrin. Millum laksin og ræsta ostin komu loysnirnar, venjarin átti at haft tikið leikbrá fyrr og framt útskiftingar eisini tá útfallið stóð uppá. "Vit taptu 8-0 hesa løtuna!" segði ein. Knallharður dómur við morgunmatarborðið.

Og beint meðan eg skrivi hesar linjur er Tróndur Vatnhamar á linjuni, boðini eru ein gongutúr beinavegin, so ivaleyst verður henda greining longri út á dagin....

 

Tróndur Vatnhamar, Uni Arge og Ingi Olsen multitaska, gongutúr og greining

 

Dagføring av gongutúrinum

Ein gongutúrur í Klaksvík merkir ikki tað sama sum ein gongutúrur í Tórshavn. Í Rains jakka og júst innkeptu Salomon skógvunum, var eg klárur at møta Oslo kuldanum. Niður í lobby og út í tún, tá komu boðini frá Vatnhamar. "Nei, nei, kom oman í Gym". Har stóð hann á rennibandinum og gekk við einum sukurfríum blikki av Red Bull í hondini. Havnarmenn eru sku nakað fyri seg!

Vatnhamar hevði ein skerm framman fyri sær og ikki hvønn sum helst undir liðini. Ingi Olsen er bæði hondbóltslegenda og okkara fremsti hondbóltserfrøðingur. Nærhyggingin helt á. Play, stop, rewind, play stop....alt undir luppin! Sekvensir, skitin triks, yvirtraðk, framúr fríspælingar og heppin mál vóru viðgjørd hvørt um annað.

 

Sukurfrítt Red Bull mínar damir og harrar 

 

Hetta slagið av greining gjørdist ov nógv. Út og tað skjótt eisini.

Á veg út í tún legði eg merki til tey. Hetta serliga slagið av fólki, sum vit kalt (bókstaviliga) og kyniskt forvísa - roykjararnir. Tey innhalerað, práta, grína og skemta - óførur hugni. Ein stubbar og fer inn, tvey koma út og festa í, soleiðis heldur tað áfram. Biðið teimum farvæl, apostlarnar og fáa eitt sindur uppá loggin. 

Í morgin kl. 11 er Musikkhøymesse í dómkirkjuni í Oslo...

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…