Maria Corina Machado givið Trump friðarheiðursløn Nobels
Tað er fallið norðmonnum fyri bróstið, at móttakarin av friðarheiðursløn Nobels, Maria Corina Machado, bara hevur givið hana víðari. Hetta hevur hon gjørt, hóast Nobelkomitéin fyrr í mánaðinum staðfesti, at tað ein ikki bara kann geva onkrum øðrum heiðurslønina. Ein friðarheiðursløn kann ikki takast aftur ella gevast víðari, staðfesti komitéin – men tað leggur Maria Corina Machado onki í. Hon hevur givið hana víðari kortini.
Tá andstøðuleiðarin í Venezuela, Corina Machado, hitti Donald Trump, gav hon honum friðarheiðurslønina, sum hon sjálv fekk handaða í desember frá Nobelnevndini. Hetta er fallið í alt annað enn góða jørð í Noregi, har nevndin er staðsett.
Norska Stórtingið hevur tilnevnt 5 persónar at finna vinnaran av friðarheiðurslønini hjá Nobel, og professarin í altjóðapolitikki og fyrrverandi uttanríkispolitiski ráðgevin Janne Haaland Matlary sigur, at tað er fullkomiliga respektleyst av Machado at gera so. Tað vísir vantandi virðing fyri arbeiðinum hjá nevndini og vantandi virðing fyri friðarheiðurslønini, at man bara kann geva hana burtur, sum um hon var ein vøra, sum kann gevast víðari.
Mett verður, at Machado roynir at ávirka Trump og møguliga fáa hann at stuðla andstøðuni hjá Machado afturfyri. Við øðrum orðum, at Machado roynir at keypa sær vælvild frá Trump við at geva honum heiðurslønina, eftir at Trump fleiri ferðir hevur sagt, at hann hevur uppiborið hana. Machado vil helst hava, at amerikanski forsetin peikar á seg, tá USA fer úr aftur Venezuela.
Tað hevur tó ikki eydnast at fáa uppspurt, um Donald Trump hevur tikið ímóti henni. Á TruthSocial skrivar Trump bara, at Machado hevur rætt sær friðarheiðurslønina (”presented me with her Nobel Peace Prize for the work I have done”).
Nobelkomitéin kunngjørdi annars 9. januar, at tað ikki letur seg gera at taka friðarheiðurslønina aftur, býta hana við onnur ella – sum Maria C. Machado hevur gjørt – geva øðrum hana.
Vilja koyra Nobelnevndina til hús
Fleiri norskir politikarar siga, at tað bar væl til at síggja frammanundan, at Maria Corina Machado fór at gera, sum hon ger, um hon fekk friðarheiðursløn Nobels. Tí vilja teir hava Nobelnevndina at leggja frá sær, og at hon skal veljast á annan hátt enn higartil. Nevndin verður í dag vald politiskt, meðan ynski nú er um, at hon skal setast eftir fakligum førleikum.
Aðrir norskir politikarar siga, at Trump ikki veruliga hevur fingið friðarheiðurslønina, hóast Machado hevur givið honum hana. Tað kann tað sjálvandi vera nakað um, tí Machado hevur ikki heimild til at lata friðarheiðurslønir.
Men hvussu er og ikki, so hongur Friðarheiðursløn Nobels fyri 2025 nú á skrivstovuni hjá Donald Trump.
Kelda og víðari lesnaður: https://www.nrk.no/urix/ga-fra-seg-fredsprismedaljen_-_-uhort-1.17729920