Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.01.2026 - 13:59 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaði og allarbesti babba, maður, sonur, beiggi, mammubeiggi, svágur, versonur, ommu- og abbasonur okkara

 

 

 

Hergar Torbjarnarson Hansen

føddur 04.06.1990 – deyður 02.01.2025

 

so brádliga varð tikin frá okkum.

Takk fyri umsorgan, heilsanir, blómur, mat, vitjanir og gávur til børnini. Takk fyri kransar til jarðarferðina, og takk til tykkum, sum bakaðu til ervið, og tykkum, sum hjálptu til.

Takk Smyril Line fyri alla hjálp við at fáa Hergar heim og í sambandi við jarðarferðina og ervið.

Takk fyri blíðskap og hjálp í Hjørring, og takk Klaksvíkar Sjúkrahús fyri vælvild áðrenn jarðarferðina.

Takk øll tit, sum tóku ímóti okkum við húsini í Leirvík, tá Hergar kom heim, og vóru við til at gera løtuna har serstaka.

Takk kirkjutænarar og forsangarar í Christianskirkjuni, og takk Marjun Lómaklett, prestur, fyri troystarrík orð og góða lýsing av Hergar til jarðarferðina.

Takk Bárður og Maria á Lakjuni fyri góðan sang, og takk Johan Hentze fyri vakurt trompetspæl áðrenn og undir jarðarferðini.

Takk Leirvíkar Kirkja fyri at hava kirkjuna opna, og kirkjusangararnir fyri sangin frá kirkjuni til kirkjugarðin.

Takk tit mongu, sum fylgdu Hergar til jarðar, og takk øll tit, sum hava latið minnisgávu til børnini.

 

Vegna tey avvarðandi

Jóhanna, Mortan og Tordis

Hanna og Thorbjørn

Bjørk og Gull-Britt við familju

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…