Lýsing
Lýsing
Lýsing
Unity Arena í Fornebu í Bærum, har hondboltsdystir í EM skulu leikast. Bærum er í útryðjuni av Oslo. | Mynd: Unity Arena.

Upptakt til EM 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.01.2026 - 11:00 Ítrottur Tíðindi

Talan er um størstu hondbóltskapping í Europa, sum savnar 24 lond, har spælt verður í Herning, Malmö, Kristianstad og Oslo. Finalurnar verða spældar í Jyske Bank Boxen í Herning. Um 6.000 føroyingar eru farnir til Oslo, har føroysku dystirnir verða leiktir, fyri at tryggja, at parturin hjá fjepparunum í øllum førum kki skal liggja eftir

 

EM í hondbólti fyri menn í 2026 verður hildið í felag av Noregi, Danmark og Svøríki í døgunum 15. januar til 1. februar 2026. Noreg er vertur fyri innleiðandi bólkaspælinum í bólki C og D, og dystirnir verða spældir í Unity Arena í Bærum nær Oslo. Her skal føroyska landsliðið leika móti Schweiz 16. januar, móti Montenegro 18. januar og móti Slovenia 20. januar. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum fara víðari til høvuðsumfarið, sum verður spælt í Herning í Danmark.

Vertslandið Noreg hevur sett sær fyri at vísa eitt væl samansett landslið við bæði royndum spælarum og nýggjum talentum. Millum nýggju nøvnini er Martin Hovde úr Kolstad, ið hevur gjørt vart við seg í EHF Champions League. Landsliðsvenjarin Jonas Wille leggur dent á týdningin av javnvág millum álop og verju, og at liðið kann spæla væl í øllum spælfasum uttan ov nógvar útskiftingar.

Kappingin er løgd til rættis soleiðis, at fjepparar og vitjandi fáa eina góða uppliving. Unity Arena er í útkantinum av Oslo og liggur nær við Lysaker-støðina, og tilmælt verður at brúka almennan flutning fyri at sleppa til og frá dystunum. Lysaker Stasjon er "hubbur" fyri bæði bussar og tok og hevur eisini gott samband við flogvøllin. Frá Lysaker tekur tað 15-20 minuttir at ganga til Unity Arena.  

EM 2026 er eitt risastórt og týðandi ítróttartiltak í Noregi og hinum vertslondunum, har ein av stóru favorittunum er Frakland, meðan tey flestu somuleiðis vænta, at hondbóltstjóðin Noreg fer at røkka langt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…
Nú ber til at bíleggja kamar á KG
Posta miðsavnar seg um kjarnuvirksemið í…
Sunnudagin spælir KÍ ársins fyrsta venji…
Hækkaður pensjónsaldur gevur minni enn 0…