Lýsing
Lýsing
Lýsing
Talan var um 45 næmingum úr NámiX í Eysturskúlanum, sum skuldu koma á vitjan í dag, hósdagin kl. 11. saman við lærarunum, Kristianna og Ingi. | Mynd: Dávur Winther

NámX úr Tórshavn á vitjan

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  15.01.2026 - 16:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Herfyri fekk Varpið ein fyrispurning um ein skúlaflokkur úr Tórshavn kundi sleppa at síggja Varpið.

Talan var um 45 næmingum úr NámiX í Eysturskúlanum, sum skuldu koma á vitjan í dag, hósdagin kl. 11. Næmingatalið var tó tørnað nakað, tí onkur teirra var farin til Noregs at hyggja at hondbólti - Teimum so væl unt.

Jú, tað var gamaní og undirritað greiddi frá bygging, fígging, ljóði, tøkni og tí ymiska, húsið kann, og at Varpið verður sera væl vitjað.

Við teimum vóru tveir lærarar, Kristianna Poulsen, hvørs faðir er ættaður úr Árnafiriði, sonur Nicláa, læraran og so Ingi á Snið úr Havn.

Eftir vitjanina í Varpinum lá leiðin til Angus at fáa ein betri bita. Síðani skuldi tey royna skoytubreytina í dýrvarveðri.

Men tey ætla sær norður aftur ein annan dag, tá tey skulu vitja Sjónám og fáa eitt fyrstu-hjálpar-skeið har.

Fittu næmingarnir hugnaðu sær í Klaksvík, eins og tey gleddu seg at koma norður aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…