Lýsing
Lýsing
Lýsing
Borgarstjórin svarar spurningum um mangt og hvat í Klaksvíkar Kommunu

Borgarstjórin ger status

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.01.2026 - 17:31 Politikkur Tíðindi

Borgarstjórin var á gátt í studio’num hjá Norðlýsinum, og hann legði út við at siga, at hann fegnast um, at tað gongur væl í fiskivinnuni fyri tíðina. Bátarnir fiska væl, og tað eru góðir prísir at fáa. Í samrøðuni gjørdi borgarstjórin status um bústaðir, dagstovnar, ítrótt, miðbýin, eldraøkið, kavarudding, ferðslutrygd, havnarviðurskifti og tær smærru bygdirnar í kommununi.

Bústaðarbygging

Seint í fjør stóðu 93 íbúðir í gerð; eitt nú oman Valrætt og 30 íbúðir verða í miðbýnum. Malltek er í ferð við eina verkætlan við 13 raðhúsum, 10 íbúðir verða bygdar Eystan Garð, og tær verða lutaðar út eina ferð í vár. Ymiskt annað er eisini undir uppsigling. Kommunan hevur boðið eitt sera stórt øki út á Fossum, har pláss verður fyri 150 íbúðum av ymiskari stødd. Samlaða talið verður tí oman fyri 200 íbúðir. Eftirspurningurin er eisini stórur, visti borgarstjórin at siga.

Kavarudding

Verturin Kristian Joensen spurdi borgarstjóran um kavarudding, og segði, at tað ikki hevur verið nógv skil á tí seinastu mongu árini, heldur ikki áðrenn hesin borgarstjórin tók við. Serliga ringt er tað á gongubreytunum. Borgarstjórin viðurkendi, at kavin darvar nógv, og at tað er um alt landið, at kaos valdar undir kava. Tað er ov trongt, serliga í miðbýnum í Klaksvík, og antin má kommunan velja at hava kava á vegnum ella á fortovinum. Roynt hevur verið at lempað hann upp í lastbilar, men tað tók eitt heilt døgn at rudda bara 1 kilometur.

Ferðsla

Borgarstjórin nevndi, at parkeringsplássini niðan fyri ”Kongaríkið” ella Rekkjuhúsini eru liðug, men stakitt skulu eisini setast upp, og tað hevur ikki latið seg gjørt vegna veður. Tað verður nú gjørt, og tað merkir, at 21 fleiri parkeringspláss koma. Parkeringsbann verður samstundis sett í gildi á Stangavegnum frá Garðabrekkuni og norður til endan av Stangavegi. Hetta fer eisini at hjálpa uppá parkeringsóskilið á Skáltavegi, tí fólk í Rekkjuhúsunum fara at parkera niðanfyri heldur enn omanfyri framyvir. Eisini skulu parkeringsviðurskiftini í miðbýnum betrast, serliga í sambandi við hotellið, og ætlanin er, at bussarnir skulu burtur haðani og stilla seg aðrastaðni.

Ítróttur

Hornaskýlið við vøllin verður liðugt síðst í februar mánað, ið vil siga áðrenn landskappingin í fótbólti byrjar. Tá ið tað er gjørt, verður útbyggingarnar við vøllin settar á pausu. Hornið hevur toilettfasilitetir, og tað er eitt framstig frá WC-vognunum, ið stóðu uttanfyri. Tá skýlið verður tikið í nýtslu, eru 180 sitipláss komin afturat, og vøllurin livir tá upp til UEFA-kravið um 1.500 sitipláss. Umframt hetta kemur ein nýggj fimleikarhøll, eins og ábøtur skulu gerast á svimjihøllina.  

Pisshúsið

Borgarstjórin hevði viljað rivið Pisshúsið niður, men tí fekk hann ikki undirtøku fyri.

Dagstovnaøkið

Ein nýggjur barnagarður er í gerð. Snjallabjalla skal eisini útbyggjast norðureftir, tí verandi høli eru ov lítil. Ætlanin er at savna øll børnini í frítíðarskúlanum undir sama taki. Hendan verkætlanin fer at kosta umleið 10-12 milliónir, men ætlanin er at drýggja tað yvir 2-3 ár.

Eldraøkið

Fíggjarnevndin er positiv um ynskið frá Klaksvíkar Kommunu um at gera eitt nýtt røktarheim fyri umleið 300 milliónir. Borgarstjórin væntar, at tað fer at bera til at koma á mál við verkætlanini, og til tað krevst broyting av byggisamtyktini og so at fáa fatur í lendi á Gravarbøi frá Búnaðarstovuni. Ætlanin er at gera ein Eldradepil, og tað er nakað, sum øll tey 11, sum vórðu vald inn í býráðið, taka undir við. Tað gerast fleiri og fleiri eldri, og kommunan noyðist tí at gera eina stóra eind. Fundir hava verið millum allar borgarstjórarnar í Norðoyggjum og teir í Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu um samstarv kommunanna millum.

Havnarviðurskifti

Borgarstjórin nevndi aftur týdningin av fiskivinnuni fyri Klaksvík, og har hevur kommunan sett nakað av pengum av til dýping av Vágni. Á Kósini eru møguleikar fyri landstreymi, men útgerðin er ikki nøktandi. Eisini tað eru pengar settir av til, so allir bátarnir, sum leggja at á Kósini, fara at kunna knýta seg í landstreym. Eisini skulu ábøtir gerast norðuri á Kargoynni. Ein bátadráttur fer eisini at verða gjørdur við Borðoyarvík.

Bygdirnar

Borgarstjórin læt væl at samskiftinum við samstarvsnevndirnar í smáu bygdunum í kommununi. Í 2025 hevur kommunan gjørt ein innsats á spæliplássinum á Húsum, og nógv orka er brúkt til at betra umstøðurnar á Húsum. Kaiin á Syðradali skal eisini gerast tryggari. Í Árnafirði verður parkeringspláss við WC-fasilitetum gjørt mitt í bygdini. Í Svínoy verða ruskviðurskiftini skipað betur, og ein ruskmóttøka verður eisini gjørd á Kalsoynni.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…
Nú ber til at bíleggja kamar á KG
Posta miðsavnar seg um kjarnuvirksemið í…
Sunnudagin spælir KÍ ársins fyrsta venji…
Hækkaður pensjónsaldur gevur minni enn 0…
Norðsøki inni við 19.000 pundum
Sperrur­nar reistar á Auluni
Karl: - Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi