Landsbankin og Heilsustýrið skuldu avtakast
Norðlýsið skilir frá álítandi keldum, at nýskipanarnevndin við Ben Arabo á odda hevði ætlanir um at niðurleggja bæði Landsbankan og Heilsustýrið
Nýskipanarnevndin varð sett av Løgmanni at gera tilmæli um almennar sparingar. Fyrstu sparingarnar vóru hjá politisku skipanini, har millum annað trý landsstýrisfólk vóru koyrd til hús í november mánaða í fjør.
Síðani valdaði tøgn til tað gjørdist greitt at Ben Arabo, formaður í nýskipanarnevndini, fór upp á listan hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið, ið verður nú hósdagin 26. Mars. Ben Arabo tók seg í hesum sambandi aftur, sum formaður í nýskipanarnevndini.
Fyrstu tilmælini skuldu koma fyrst i januar og vit kunnu bara gita hví einki kom til valið var útskrivað
Norðlýsið skilir frá álítandi keldum, at nýskipanarnevndin hevði ætlanir um at niðurleggja bæði Landsbankan og Heilsustýrið.
Í Landsbankanum starvast 10 fólk og í Heilsustýrinum starvast 15 fólk.