Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøld
Norðlýsið skipar fyri trimum valfundum undan løgtingsvalinum - í Haraldssundi, á Viðareiði og í Klaksvík
Í kvøld kl. 19.30 verður politisku valfundur í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Umframt tey lokalu málini, fara vit eisini at tosa um samferðslu, undirvísing og mentan.
Í annaðkvøld kl. 19.30 verður politiskur valfundur í skúlanum á Viðarieiði. Vit fara at tosa um lokal mál og síðani eisini um landbúnað og kommunusamanleggingar.
Sunnukvøldið kl. 19.30 verður politiskur valfundur í Varpinum í Klaksvík. Evnini vit fara at tosa um eru Haldføri/fíggjarpolitikk, ríkisrættarliga støðan, heilsuverki/almennaverki og bústaðarpolitikkur. Lokal mál sjálvsagt eisini. Fundurin verður stroymdur á heimasíðu okkara.
Lokalu valevnini luttaka.
Orðstýrari verður Jóhann Lützen.
Fundirnir eru almennir.