Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Miðflokkurin er nú størstur av teimum 3 smáu flokkunum í føroyskum politikki, vísir nýggj veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri KvF. | Mynd: Sjálvgjørd mynd

Framsókn og Miðflokkurin býta um

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.03.2026 - 15:32 Politikkur Tíðindi

Í nýggjastu veljarakanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, verður Fólkaflokkurin stóri sigursharrin við 10 tingfólkum, Javnaðarflokkurin stóri taparin við 6, Sambandsflokkurin stendur í stað, Tjóðveldi gongur 1 tingfólk aftur, og so fær Miðflokkurin 3 tingfólk og Framsókn bara 2, øvugt frá núverandi býtinum. Sjálvstýri er áhaldandi undir sperrumarkinum.

Eitt stórt tal av veljarum, yvir 20%, vita framvegis ikki, hvar tey skulu seta krossin sambært kanningini. Annars er kanningin lík so mongum øðrum við tað, at hon forútsigir ein stórsigur til Fólkaflokkin (28,8%), eitt skrædl til Javnaðarflokkin (17%), meðan Sambandsflokkurin (21,9%) og Tjóðveldi (15,1%) standa nøkulunda í stað. Eisini sigur kanningin sum flestar aðrar, at Sjálvstýrisflokkurin ikki klárar upp um tinggátt. Hann fær 2,6%, ið er minni enn á síðsta vali.

Til løgtingsvalið í 2022 fekk Framsókn 3 tingfólk og Miðflokkurin 2. Tað er nú øvugt, tí at í kanningini hjá Lóðri og Kringvarpinum fær Miðflokkurin 3 tingfólk og Framsókn 2. Nógvar orsakir kunnu vera til tað, til dømis at Framsókn atkvøddi ímóti Suðuroyartunlinum hóast lyfti um at standa saman við samgonguni; at tað ikki eydnaðist at koma við nakrari fíggjarlóg við yvirskoti, umframt at hægri pensjónsaldurin, ið var serstakliga opopulerur, sigst vera hugskotið hjá Framsókn.

At Miðflokkurin gongur fram, kann væl skyldast hansara greiða hugburði til eitt nú fosturtøku; har flestu flokkar – eisini Framsókn – ganga í tveimum bólkum við diametralt mótstríðandi áskoðanum á fosturtøku, er Miðflokkurin intaktur. Hann kann eisini hugsast at hava fingið atkvøður frá fleiri trúgvandi í Eysturoynni, sum áður hava atkvøtt fyri Sambandsflokkinum – vit vita, at nógvar sambandsatkvøður gjørdust heimleysar, eftir at limir í Sambandinum fóru úr flokkinum ella stillaðu ikki upp aftur. Ein teirra, sum rýmdi, Sámal Hanni Lognberg, stillar nú upp fyri Miðflokkin.

Hendan veljarakanningin letur upp fyri eini borgarligari samgongu við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, ið kunnu ”kitta” við Miðflokkinum ella Framsókn, um annar snávar og summurin tí ikki gerst 17 tingfólk. Ein annar møguleiki, kanska ikki eins upplagdur, er ein fullveldissamgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, ið fáa tilsamans júst 17 tingfólk í hesi kanningini.

Tann av Norðlýsinum íscenusetta Búðasamgongan ber eisini til, nevniliga ein ACE-samgonga, sum hevði havt 21 tingfólk, men kortini er tað ivasamt, um hon hevði verið lívfør, tá hugsað verður um himmalvíðu munirnar á fiskivinnupolitikkinum hjá teimum trimum flokkunum. Minst sannlíki møguleikin er ein heimastýrissamgonga við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, tí teir fáa ongan av teimum stóru flokkunum við sær í eina tílíka. Og sjálvt við Miðflokkinum hevði ein tílík samgonga bert talt 16 tingfólk sambært kanningini.

Sum nevnt hevur Lóður gjørt kanningina fyri Kringvarpið. 20,3% søgdu seg ikki vita, hvagar krossurin fór; 3,1% ætla at atkvøða blankt; 2,6% fara ikki á val.

Meira kann lesast um kanningina á heimasíðu Kringvarpsins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sum ein dreymur
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Lýsing