Fyribyrging - NGO
Vit hava í Føroyum fleiri NGO – felagsskapir (Non-Governmental Organizations).
Eyðkenni fyri NGO – felagsskapir er, at teir eru løgfrøðiliga óheftir av landsmyndugleikum. Hesir felagsskapir hava ein týðandi leiklut sum ískoyti til ta politisku tilgongdina í samfelagnum. Harafturat tryggja NGO – felagsskapir, at tey, sum hava átrokandi tørv, fyrr verða møtt, enn tað almenna systemið megnar.
Til hettar løgtingsvalið eru nøkur av málunum hjá Sambandsflokkinum: Trivnaður, skjóta útgreining, skjóta viðgerð og styttri bíðilistar, umframt ats barna- og ungdóms psykiatriin skal raðfestast.
Hettar fær meg at hugsa um teir felagsskapir, sum longu gera eitt stórt arbeiði við at lofta okkara ungu, sum á ein ella annan hátt eru rakt av umsorganarsviki, kynsligum ágangi, harðskapi-/misbrúki í familjuni, traumatisering av kríggi, álvarsligari sjúku ella sorg.
Felagsskapir, sum á hvør sínum øki hava fakligar førleikar at taka hond um omanfyri nevndu økir, hava longu virkað í Føroyum í nógv ár. Vit hoyra ikki so nógv til teir, tey arbeiða í stillum.
Kanningar vísa at hesir felagsskapir hava stóran samfelagsligan týdning. Teir taka hond um hesi ungu menniskju, áðrenn trupulleikin verður so stórur, at tað krevur kropsliga ella sálarliga viðgerð. Tað er alt annað líka við til at lætta um byrðuna á okkara sjúkrahúsverk.
Vil bara minna á týdningin av NGO-felagsskapum, soleiðis at teir verða raðfestir, heldur enn ignoreraðir.
VEL SAMBANDSFLOKKIN
X við Ingvør Skaalum 24. og 26. mars