Hvussu dagarnir longjast
Fólk hava lagt til merkis, at síðan stytsta dag er dagurin ikki longdur líka nógv í báðum endum á degnum – um morgunin og um kvøldið. Onkur hevur vent sær til okkara á Veðurstovuni og hevur spurt okkum, um hetta er rætt, og – um ja – hví tað er so.
Fyrst skulu vit siga, at tað er rætt, at dagurin ikki longist líka skjótt á morgni sum á kvøldi. Áðrenn vit koma til eina frágreiðing um hendan eitt sindur løgna ójavna, skal fyrst hyggjast eftir nøkrum tølum í einum nautiskum álmanakka – og síðan greina tey eitt sindur. Tølini fyri sólarris og sólsetur eru fyri Klaksvík.
Í dag er 16. januar 2026, og síðan stytsta dag, sum var 21. desembur í fjør, er dagurin longdur 1 tíma 7 minuttir og 21 sekund.
Hesin tími saman við nøkrum minuttum og sekundum er ikki býttur javnt í tvey og lagdur afturat á morgni og kvøldi. Sólin fór í morgun upp 22 minuttir fyrr enn á stytsta degi og fór niður 45 minuttir seinni enn stytsta dag. Við øðrum orðum eru meiri enn tveir triðingar av økingini av degnum seint seinnapartin og bert ein lítil triðingur á morgni.
Men er tað nú rætt?
Vit mugu fyrst gera greitt, hvat morgun og fyrrapartur eru, og hvat seinnapartur og kvøld eru. Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, men um vit nevna fyrrapart frá sólarrisi, til sólin er hægst á himli, og seinnapart frá tá sólin er hægst á himli til sólsetur, kunnu vit hyggja nærri eftir hesum, og hvat tað hevur at siga.
Klaksvík er á 6,6° vesturlongd og sólin eigur tí at vera hægst á himli klokkan 12.26 – og ikki klokkan 12.00, sum nógv halda. Vit ganga eftir klokkuni – t.e. hvar sólin er stødd – á 0° V/E, eisini kallað GMT (sama sum UTC).
Tí er klokkan hjá okkum í miðal 26 minuttir framman fyri sólina.
Hóast sólin eigur at vera hægst á himli klokkan 12.26, so ger hon ikki tað altíð. Tað skiftir nokkso fitt. Hon kann verða 16 minuttir minni ella meira – t.e. at sólin stendur hægst á himli millum 12.10 og 12.40.
Hetta merkir eisini, at dagarnir ikki eru júst 24 tímar langir, tá ið roknað er frá middegi til middags. Dagurin leingist ella styttist í miðal umleið 5 sekund hvønn, og tann samanlagda forskjótingin fyri eitt ár er upp í 14 minuttir og styttast niður í 16 minuttir.
Sólin var hægst á himli stytsta dag klokkan 12.25 og klokkan 12.36 í dag. Sannur middagur er fluttur 11 minuttir aftur. Eir sum fyrraparturin er rokanður frá sólarrisi til middags, skulu hesir 11 minuttirnir leggjast afturat fyrrapartinum og dragast frá seinnapartinum – sí tekning niðanfyri.
Økingin à 22 minuttir fyrrapartin, gerst sostatt til 33 minuttir, og økingin à 45 seinnapartin skal minkast niður í 34 minuttir. Við avrundingum av sekundum er hetta sama tíðarlongd.
Jørðin ferðast ikki runt sólina í javnari rørslu í einum rundum kringi men heldur í einari elipsu – t.e. sum í einum kroystum sirkli. Viðhvørt er Jørðin langt burtur frá Sólini; viðhvørt ikki so langt burtur. Ferðin er heldur ikki jøvn. Tá ið Jørðin er næst Sólini, ferðast hon skjótast í ringrásini.
Jørðin var næst Sólini 3. januar og ferðast tí í løtuni skjótt. Hetta er eisini orsøkin til, at forskjótingin í middegnum er stór fyri tíðina – í miðal hevur hon verið 26 sekund hvørt samdøgur síðan stytsta dag.
Skulu vit svara spurninginum stutt, hví dagurin ikki longist líka á morgni sum á kvøldi, so er tað tí, at middagurin flytir seg, og er hann settur í rætt stað, longist dagurin eins fyrrapart og seinnapart.
Sólin reis úr havi í morgun klokkan 09.31 í næstan beinum landsynningi (138). Tá ið hon fór í kav seinnapartin klokkan 15.41 var tað í næstan beinan útsynning (223). Vit siga, at Sólin rísur í eystri og setur vestri, men tað er bert heilt satt, tá ið tað er várjavndøgur og heystjavndøgur. Lærari í astronomiskari siglingarlæru plagdi at siga, at “...i østen stiger solen op, passar bara tvær ferðir um árið”. Mynd: Jari í Hjøllum.

