Ungur áleypari heldur fram
- Eg eri sera fegin og spentur at verða partur av meistarliðnum
Í kvøld hava KÍ og Páll Müller skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Páll var partur av besta mansliðnum í seinnu hálvu í fjør.
- Eftir at eg havi vant og spælt nakrar minuttir í meistardeildini í fjør, kenni eg betri krøvini og veit hvat krevst í slíkum dystum. Eg ætli mær at taka av møguleikunum, sum koma. Eisini eri eg fegin og spentur at halda fram í frálíka fótbóltsumhvørvinum í KÍ og vera partur av framsøknu ætlanunum í felagnum.
- Venjarin Magnus Powell fegnast um at Páll hevur valt gerast partur av truppinum. Páll er ein ógvuliga seriøsur ítróttarmaður, sum ikki fýrir fyri at leggja nógva og haðra venjing aftur um seg. Hann gjørdi tað gott í royndarárinum í fjør, er kropsliga væl fyri og hevur serlig evni at snúgva sær framvið mótstøðuleikarum. Hjá ungum leikarum gongur tað upp og niður. Við miðvísari venjing koma avrikini at verða meir støðug.
Vit í felagnum eru sera fegin um at ein evnaríkur ungur leikari legst afturat mansliðnum og vit ynskja Páll bestu eydnu komandi árini.