Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Stórt mannfall í KÍ frá byrjan

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.01.2026 - 12:08 Ítrottur Tíðindi

Hóast KÍ bara hevur vant í eina góða viku, so eru fáir leikarar, sum hava vant allar venjingarnar við fullari ferð.

KÍ hevur 21 sáttmálar og væntast at gera tríggjar afturat. Av hesum 21 eru 18 útileikarar. Og meðan málverjarnir, har eisini hørð kapping er um plássið, hava vant fult allar venjingarnar, so hevði KÍ mangan ikki megnað at mannað lið, um vit telja útileikarar við sáttmálum. Í nógvum førum eru tað skaðar sum gera um seg og sum komu í fjør. Av teimum 18 útileikarunum við sáttmálum eru tað áleið seks leikarar, sum hava fullført allar venjingarnar síðani 5. januar.

Magnus Powell, høvuðsvenjari, sigur tó við Norðlýsið, at arbeitt verður við at fáa leikararnar klárar og at hjá ongum leikara er støðan so hættislig, at fyrsta umfar 8. mars er í vanda.

KÍ royndi í 2024 eitt ár, har tað alla fyrru hálvu vóru sera nógvir skaðar. Í summum tíðarskeiðum vóru minst 10 skaðar. Søguliga sæð plagar at verða sagt, at hóparnir byrja nærum fullmannaðir til fyrstu venjingarnar í januar, men so plagar at minka burturav gjøgnum tær ofta hørðu venjingarnar í januar og februar. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Torradagar aftur á skrá
Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur?…
Nakkur 3.500 pund
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…
Mariuhønan, Ronja og Elmar
Fíggjar­mála­ráðið fyrireikar kæru
Ríkisfundur í morgin: Føroyar stuðla Grø…
Hvussu er lítla barnið stilla í politisk…
Øll við – nýggj verkætlan hjá Parasport…
Hetta er álopsleikarin
Faxe Kondi: Stjørnan – EB í kvøld kl. 18
Nógvur útróður seinastu dagarnar