Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026

SKRIVAÐ: Tilfeingis- og vinnumálaráðið  |  13.01.2026 - 18:04 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Føroyar og Ísland hava í dag gjørt semju um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026. Avtalan byggir á sama leist sum avtalan fyri 2025.

 

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5 prosent av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Ísland fær 1.300 tons av makreli frá Føroyum. Londini hava framhaldandi atgongd at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum.

Avtalan er í fyrsta umfari tíðaravmarkað fram til 1. august 2026. Hetta kemst av, at Ísland eftir ársskiftið setti fram ynski um, at samráðingarnar um fiskiveiðiavtaluna fyri 2027 verða settar í gongd skjótast gjørligt. Møgulig leingjan verður umrødd yvir várið.

Hóast íslendska ynski um samráðingar fyri 2027 átti at verið borið fram í góðari tíð áðrenn ársskiftið, taka Føroyar undir við at byrja samráðingarnar um 2027 beinanvegin. Fyrsta samráðingarumfar verður síðst í januar, og Føroyar vera vertur.

Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, sigur: “Hóast Føroyar sjálvandi heldur høvdu gjørt eina semju uttan tíðaravmarking, fegnist eg um, at skipini kunnu fara til fiskiskap beinanvegin. Eg vænti og vóni, at londini fara til samráðingarnar um 2027 við greiðum sjónarmiðum og vilja at finna semjur, bæði fyri 2026 og fyri framtíðar samstarvið millum Føroyar og Ísland, sum hevur so stóran týdning fyri báðar partar”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið
Broyttir samgongumøguleikar?
Náttúrukortlegging er grund­arsteinur und…