U18 dreingirnir endaðu á 3. plássi
Eftir 3-0 tap ímóti Íslandi er greitt, at føroysku dreingirnir mugu taka til takka við einum 3. plássið í EM undankappingini í Írlandi
Fyrsta settið byrjaði annars við, at føroyska liðið tók Ísland á bóli. Føroysku U18 dreingirnir vóru á odda til støðuna 23-23, men mistu so fyrsta settið á stokkinum.
Í øðrum og triðja settið var ongantíð ivi um, at Ísland var sterkari enn Føroyar og vann Ísland tí hesi bæði settini greitt.
Hetta merkir, at føroysku dreingirnir enda á einum 3. plássið aftanfyri Ísland og Írland, sum seinni í dag leika um 1. og 2. plássið í kappingini.
Venjarin Rajko Petrovic metir, at talan er um eitt gott føroyskt avrik. - Eg havi arbeitt í tveir mánaðir við einum óroyndum liðið og við tí í huga hava dreingirnir klárað seg betur enn væntað, sigur Rajko.