Looknorth fer undir at byggja nýtt og selir núverandi vinnubygning
Vit hava skrivað undir byggisáttmála við Búsetur um at byggja nýggjan vinnubygning á umleið 4.500 fermetrar uppi á Borðoyavík, sigur Ragnar O. Sundstein, stjóri á Looknorth við Norðlýsið
Vit hava tveir møguleikar við søluni. Tann eini er at selja bygningin tá tann nýggi er klárur ella at selja beinavegin við teirri treyt at vit ikki fara út fyrrenn tann nýggi bygningurin er klárur at flyta inn í, sigur Ragnar O. Sundstein við Norðlýsið.
Vit skrivaðu undir við Búsetur um byggingin av nýggjum bygningi í desember mánaða. Vit ætla at nýggi bygningurin stendur liðugur í komandi ári. Hann verður útvið 4.500 fermetrar til støddar og harvið út við dupult so stórur sum núverandi bygningurin, upplýsir Ragnar.
Tað er Skyn sum stendur fyri søluni og kemur ognin á sølulista í næstum.