Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lars Løkke Rasmussen (t.v.), danskur uttanríkisráðharri, og Vivian Motzfeldt, grønlendsk uttanríkisráðfrúgv, eftir fundin við Marco Rubio og J. D. Vance úr USA. | Mynd: dr.dk

Noreg og Svøríki hava sent herfólk til Grønlands

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.01.2026 - 19:47 Politikkur Tíðindi

Ein vanliga semjusøkjandi Lars Løkke Rasmussen var týðiliga kroystur á tíðindafundinum, eftir at fundurin millum Danmark, USA og Grønland, varð liðugur. Danmark varð umboðað av Lars Løkke Rasmussen, USA av Marco Rubio og Grønland av Vivian Motzfeldt. Samstundis fráboðaði danska verjumálaráðið og grønlenska stjórnin, at økt hernaðarlig hjávera var í Grønlandi.

Lars Løkke Rasmussen segði, at hóttanir hava forðað loysnum. Orðarætt orðaði hann tað ”Det er ikke nemt at tænke innovativt på løsninger, når man vågner hver morgen til nye trusler”. Men á tíðindafundinum legði hann nógv fyri at leggja dent á, at finna útav, hvussu virðiligar loysnir kunnu finnast.

Lars Løkke Rasmussen endurtók, og tað gjørdi Vivian Motzfeldt eisini, at har er ongin akutt ella aktuell hóttan frá hvørki Russlandi ella Kina. Hóast Lars Løkke annars áður hevur sagt, at har altíð er nakað av sannleika í tí, sum Donald Trump, amerikanskur forseti sigur, so segði hann nærmast, at tað var ein beinleiðis lygn, sum Donald Trump segði um, at kinesisk krígsskip eru allastaðni í Grønlandi. Har er ongin kinesisk hjávera, segði hann.

Eisini segði Lars Løkke, at Grønland ynskir at vera í ríkisfelagsskapinum og í kongaríkinum, í øllum førum nú og í nærmastu framtíð.

Á fundinum kom fram, at Svøríki og Noreg hava sent verjutroppar til Grønlands.

Vivian Motzfelt segði, at hon tók undir við at styrka samstarvið millum Grønlands og Danmarkar sameindu, og at tað er týdningarmikið fyri Grønland at samstarva við USA. Men so segði hon eisini, at tey ikki vildu vera ogn hjá USA.

Fundurin endaði ikki við nakrari felags niðurstøðu, men fundarluttakararnir vóru kortini samdir um okkurt: – ”Vit vórðu samd um, at tað gevur meining at seta okkum saman aftur at kanna eftir, um tað er gjørligt at eftirlíka ynskjunum hjá amerikanska forsetanum og samstundis respektera reyðu linjurnar hjá Ríkisfelagsskapinum ella Kongaríkinum Danmark, og tað arbeiðið fer nú í gongd”, segði Lars Løkke Rasmussen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu