Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar hava nú fast pláss í formansskapinum í Norðurlandaráðnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.01.2026 - 13:00 Myndarøð Tíðindaskriv

Frá 1. januar 2026 hava Føroyar fingið fast pláss í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Fyrstur í hesum sessi er Johan Dahl, løgtingsmaður.

 

Í formansskapinum í Norðurlandaráðnum er talið av limum nú økt úr 13 upp í 16 limir, umframt formann og næstformann. Hetta eru umboð fyri allar teir ymisku flokkarnar, og nú eisini tey átta londini, sum eru partur av Norðurlandaráðnum.

Johan Dahl og Erling Eidesgaard, løgtingsmenn, áttu upprunauppskotið, sum formansskapurin í Norðurlandaráðnum síðan tók upp og setti ein arbeiðsbólk at viðgera. Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Høgni Hoydal, løgtingsmenn, eru limir í ávíkavist “Mittengruppen” og “Nordisk grøn venstre”.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, var frá juni mánað og fram til ársskiftið partur av formansskapinum í Norðurlandaráðnum, umboðandi “Nordisk grøn venstre”.

Finnland tekur við formansskapinum í Norðurlandaráðnum í 2026. Ville Väyrynen verður formaður og Kim Berg næstformaður, báðir úr Finnlandi.

Í 2027 eiga Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, formansskapin í Norðurlandaráðnum.

Í ár, 2026, eiga Føroyar, saman við Danmark, formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…