Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svimjihøllin innvígd

SKRIVAÐ: runavik.fo  |  28.12.2025 - 17:22 Tíðindaskriv

Runavíkar kommuna bjóðar til innvígslutiltak í nýggju svimjihøllini Bylgjuni mánadagin 29. desember 2025 kl. 17.00. Dyrnar lata upp kl. 16:30 og inngongdin er gjøgnum ítróttarhøllina

 

Kom inn í hitan

Til høvið verður frumframført eitt nýtt, spennandi tónleikaverk, sum sangskrivarin og guitarleikarin, Niclas Johannesen, hevur skrivað til heiðurs fyri Bylgjuni. Verkið tekur ymiskt við úr allari kommununi og er fyri kór, blásarar, orkestur, solistar, upprópara og, ja, svimjihyl! Heili seksti tónleikarar vera á palli at framføra verkið.  

Framførslan av verkinum verður inni í Ítróttarhøllini í Bylgjuni. Síðani verður farið inn í nýggju svimjihøllina, har røður eru á skránni, snórurin verðu kliptur og kanska okkurt óvæntað fer at henda.  

Høvið verður at síggja hvønn krók av svimjihøllini í skipaðum rundvísingum – m.a. í kjallaranum ímillum rør, tangar og stýrisskipanir.  

Kommunan bjóðar kaffi og okkurt til børnini í Ítróttarhøllini aftaná, at almenna skráin er av.  

Í Svimjihøllini eru heili 33 stig, so vit lova tær eina heita uppliving – fyri bæði likam og sál. 

Stórskermur og hátalarar verða sett upp í Ítróttarhøllini, so tú eisini kanst fylgja við hagani í tí, sum hendir í svimjihøllini.  

Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda hesa stórhending fyri Runavíkar kommunu.  

Vit gleða okkum at síggja tykkum! 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…