Í týskari fangalegu
Myndin sýnir teir, ið tóku stýrimansprógv í Havn í 1950
Jákup Berg úr Nesi Hvalba (1914-1986) fór blaðungur til skips, og eftir at hava siglt sum fiskimaður í mong ár, fór hann í 1939 út at sigla við donskum farmaskipi.
Í bókini ”Teir sigldu úti 1” sigur Niels Juel Arge væl frá lívsleið Jákups, sum var staddur í Baltimore í USA, tá ið týski herurin 9. apríl 1940 hersetti Danmark.
Sama summarið skifti Jákup hýru og fór við svenskum skipi, ið sigldi farleiðina: USA-Suðurafrika-India og aftur. Mynstraði av í New York, og stutt eftir (7. desember 1941) hendi tað, at japanar søktu amerikanska kyrrahavsflotan í Pearl Harbor á Hawaii.
Eftir henda álvarsama tilburð fór USA beinleiðis upp í kríggið, og Jákup fór at sigla við amerikonskum skipi, sum flutti krígsútgerð til Russlands.
Leiðin lá eystur í Barentshavið til russiska býin Murmansk, men úti fyri Norðurnoregi søkti týskt herskip amerikanska skipið. Jákup Berg leyp í ísakalda havið og helt í logglínuni, til á stóð – til skipið fór eftir gronini í dýpið.
Av 48 monnum bjargaðust einans fýra, harímillum Jákup. Herskipið setti inn í Kirkenes í Norðurnoregi við skipbrotnu monnunum og læt teir upp í hendurnar á týskum myndugleikum. Har vórðu teir settir upp í farmatok og síðani fluttir til fangalegu í Týsklandi.
Komandi árini var Jákup krígsfangi í Týsklandi. Ringa viðferin tók honum dygt, men hann misti ongantíð mótið og andi framvegis, tá ið amerikumenn og bretar móti sumri 1945 fríaðu mongu fangarnar.
Teir vórðu ikki beinleiðis píndir í fangaleguni, men fingu lítið og einki at eta. Høgi, prúði og væl vaksni føroyingurin vigaði einans 100 pund, tá ið hann loksins slapp leysur aftur.
Teir, sum høvdu samband við USA, vórðu síðani fluttir til Florida til uppfitingar. Jákup var ein teirra, og tá ið hann kom fyri seg aftur, livdi hann lívið eina tíð. Hýran taldi alla tíðina, hann sat í Týsklandi, so hann hevði ikki sørt av dollarum at fara í býin við.
Eftir hetta sigldi hann sum bátsmaður við amerikonskum skipi, ið flutti amerikanskar hermenn heim aftur úr Evropa.
Í 1946 var Jákup Berg aftur í Føroyum. Eftir lokið stýrimansprógv sigldi hann í mong ár sum yvirmaður hjá Mærsk í Fjareystri. Síðani fór hann at føra frystiskip hjá Copenhagen Reefers millum Evropa og USA.