Lýsing
Lýsing
Lýsing

Faroe5 spæla á Summar Festivalinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.12.2025 - 17:10 Mentan Tíðindi

Eftir 15 ár ger hittbólkurin Faroe5 comeback á føroyskum palli

 

Lagt verður upp til eina av stóru løtunum í føroyska festivalsummarinum, tá ið tiltikni gentubólkurin Faroe5 spælir á Summar Festivalinum í august 2026.

Tey flestu munnu kenna hittini – "Bara Eitt Spæl", "Tú Fert Altíð At Vera Har", "Eg Vil Hava T" og fleiri – og hóast 15 ár eru liðin, síðani bólkurin seinast spældi í Føroyum, liva sangirnir framvegis væl.

Tað var staðfest, tá ið Faroe5 hevði framførslu á sonevndu Lestrargonguni í Keypmannahavn í ár. Tá mundi felagssangurin og fagnaðurin ongan enda fingið. Og nú er tíðin komin, at Faroe5 aftur fara at spæla í Føroyum.

Faroe5 kom við fyrsta sanginum í 2008, og "Bara eitt spæl" var stórt summarhitt hetta árið. Tá ið fyrsta heildarútgávan kom út sama summar, hevði hon fleiri hitt við sær, og Faroe5 var frá fyrsta tóna ein risastór suksé.

Í 2009 spældi Faroe5 á fleri summartiltøkum – eitt nú høvdu tær framførslu á stóra palli á Summar Festivalinum – men nakað seinni fór bólkurin í dvala. Sangirnir hava tó livað sítt egna lív, og nú eru tær í Faroe5 aftur til reiðar at spæla stóra festivalkonsert.

Nú sum tá eru songkvinnurnar í Faroe5 Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Jónvá Ellingsgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein Christiansen.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 6. til 8. august 2026.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Almennur valfundur í Varpinum
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Nevndarval í Herluf’s Kafé
Strangari útlendinga­lóg er eisini trygda…
Sambands­flokku­rin við drúgvari valskrá
Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi…
Eysturlund snýr seg um meira enn Havsbrú…