Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ídni verður ikki goymsla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.12.2025 - 13:32 Politikkur Tíðindi

Varaborgarstjórin hartaði borgarstjóran fyri handfaringina av málinum um Ídni. Nú verður hugskotskapping skrivað út, um hvat bygningurin skal brúkast til

 

Ígjár skrivaðu vit at Ídni verður goymsla, tað gjørdu vit tí at meirlutar í bæði havna- og vinnunevndini og fíggjarnevndini í býráðnum hildu tað. 

Men so verður ikki. 

Tað uppstóð ein heldur óvanlig støða á býráðsfundinum ígjárkvøldi. Málið um hvat best er at gera við bygningin Ídni elvdi til knarr og frustratiónir í býráðsmeirilutanum.

Í juni mánaða varð samtykt at skriva út eina hugskotskapping um hvat Ídni skal brúkast til, men á býráðsfundinum ígjár vóru býráðslimir aftur bidnir um at taka støðu til hvat Ídni skal brúkast til. Umsitingin hevði soljóðandi tilmæli: Umsitingin í Klaksvíkar kommunu vil hava býráðslimir at taka støðu til um Ídni skal bjóðast út í samband við hugskotskoskapping  ella loyva Kl. Havn at brúka bygningin til goymslu/smiðju.

Borgarstjórin Karl Johansen mælti til at halda fast við samtyktina frá juni mánaða og at skriva út eina hugskotskapping. 

Herman Samuelsen, formaður í Teknisku Nevnd og partamaður hjá Karl Johansen borgarstjóra, var týðuliga frustreraður um at málið um Ídni aftur varð lagt fyri og ongin enda sást á málinum. 

Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri gav Jógvan Skorheim rætt í at tað kemur ov ofta fyri at mál ikki verða loyst nóg væl í umsitingini, eftir at politikararnir hava samtykt tey í býráðssalinum. 

Sylvia Thomsen, nevndarforkvinna í Havna- og Vinnunevndini helt eisini at mál taka ov langa tíð í umsitingini, hon tók í egnan barm og segði at hetta ikki eigur at henda meira framyvir. 

Minnilutin helt somuleiðis lítið um at málið aftur var á skrá og hildu at slíkt átti at verið avtala innanhýsis á einum samgongufundi. 

Eftir kjakið varð atkvøðugreiðsla og har tóku 8 býráðslimir undir við at skrivað verður út hugskotskapping, og tríggir vóru ímóti. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…
Besta árið hjá Volunteer
Ídni verður goymsla
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…