Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ídni verður goymsla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.12.2025 - 09:03 Politikkur Tíðindi

Eins og pisshúsið skal Ídni setast í nýtiligan stand. Tað halda meirilutar í bæði Havna- og vinnunnevnd og fíggjarnevnd Klaksvíkar býráðs. Í kvøld kemur málið fyri á býráðsfundi

 

Býráðsfundur er í dag kl. 17.30 og har skulu býráðslimir millum annað taka støðu til hvat bygningurin Ídni skal brúkast til.

Umsitingin í Klaksvíkar kommunu vil hava býráðslimir at taka støðu til um Ídni skal bjóðast út í samband við hugskotskoskapping  ella loyva Kl. Havn at brúka bygningin til goymslu/smiðju.

Umsitingin skrivar:

Í fleiri ár hevur einki virksemi verið í bygninginum Ídni. Í eini roynd at fáa virksemi í bygningin aftur, samtykti býráðið fyrr í ár at bjóða bygningin út til eina hugskotskapping. Ein annar møguleiki er, at Ídni verður brúkt sum goymsla og smiðja hjá Klaksvíkar Havn. Hetta hevði verið hóskandi, nú arbeitt verður við møguleikanum at fáa gomlu Havnaskrivstovuna sett í stand og tikna í brúk aftur. Bygningurin kann setast í nýtiligan stand fyri ein mettan kostnað á 800.000–900.000 kr., eisini við varðveittari upprunaútsjónd.

Meirilutar í bæði Havna- og vinnunevnd og fíggjarnevnd Klaksvíkar býráðs taka undir við at Klaksvíkar Havn kann brúka Ídni til goymslubygning. 

Les býráðsskránna her. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…