Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.12.2025 - 19:35 Ítrottur Mentan Tíðindi

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag havt vitjan av StÍF. Stjørnan var favorittur undan dystinum, og tók eisini leiðsluna frá byrjan av. StÍF var nøkulunda við fyrstu 10 minuttirnar, men so hevði Stjørnan hug at draga frá, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 8-3 til Stjørnuna. Hálvleksstøðan var 15-8 til Stjørnuna.

Tað gekk meira javnt á í seinna hálvleiki, men StÍF megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá Stjørnuni. Venjarin hjá Stjørnuni skifti nógv út í seinna hálvleiki, soleiðis at flestu av leikarunum fingu væl av spælitíð. Tá samanum kom, so livdi heimaliðið upp til favorittheitið og vann ein greiðan 28-19 sigur.

Stjørnukvinnurnar kunnu nú fara í jólafrí á einum tryggum fimta plássi við 10 stigum. Tá innleiðandi kappingin er av, eru tað seks tey fremstu liðini sum koma víðari til endaspælið.

Fyrsti dysturin hjá stjørnukvinnunum í nýggja árinum verður 4. januar á heimavølli ímóti H71.

 

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Durita K. Ljósstein 8, Joan Sørensen 6, Julia J. Lydersen 3, Iulia Nalviko 3, Jancy J. Poulsen 2, Monika P. Jacoben 2, Hanna Brandal, Brynja Høj, Paula á Lakjuni og Julia Høgnesen eitt mál.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Almennur valfundur í Varpinum
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Nevndarval í Herluf’s Kafé
Strangari útlendinga­lóg er eisini trygda…
Sambands­flokku­rin við drúgvari valskrá
Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi…
Eysturlund snýr seg um meira enn Havsbrú…