Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur givið út sína triðju ársfrágreiðing.
Ársfrágreiðingin við støðulýsing og hagtølum fyri 2024 og meting av almennu gongdini hevur fleiri tilmæli til at styrkja gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Tey eru:
Føroyar skulu seta sær sum mál at økja íløgur til gransking og menning á hvørjum ári, til vit í minsta lagi røkka 3 prosentum av BTÚ í 2030.
Gransking og nýskapan skulu raðfestast væl hægri fyri at kunna skapa inntøkur til føroyska samfelagið, ið kunnu bøta um haldførið í búskapinum.
Játtanin til gransking og nýskapan skal hækka munandi. Ein afturberingarskipan skal setast í verk, har nýskapandi fyritøkur fáa part av íløgunum til gransking og nýskapan endurgoldnar.
Átøk skulu setast í verk fyri at skipa tættari formligt samstarv millum Fróðskaparsetrið og hinar granskingarstovnarnar.
Ein nýskapanardepil skal setast á stovn á kampus hjá Fróðskaparsetrinum, har vinna og almennir stovnar kunnu samstarva um at menna nýggj hugskot til nýskapan.
Allar stuðulsskipanir til gransking og nýskapan skulu savnast í eina eind at fyrisita.
Almennir stovnar skulu eggjast at troyta viðkomandi møguleikar í altjóða skipanum, sum Føroyar eru partur av. Granskingar- og framtakseindin á Fróðskaparsetrinum skal víðkast til eisini at veita granskarum á øðrum granskingarstovnum og fyritøkum stuðul til at skriva umsóknir.
Uppskot um heildarætlan fyri gransking og nýskapan frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan skal orðast í samráði við landsstýrið og leggjast fyri løgtingið til viðgerð og samtyktar.
Eftir nýggjár er ætlanin at leggja frágreiðingina fram fyri umboðum fyri politisku skipanina og kjakast um eina heildarætlan fyri komandi árini.